Trý fólk doyðu í Fields

Trý fólk doyðu og hjá trimum er støðan kritisk. Tey deyðu eru ein maður í fýratiárunum og tvey ung fólk, sigur sjefpolitiinspektørurin Søren Thomassen.

 

(Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

Handtikni 22 ára gamli maðurin hevði fleiri vápn og lóður, og hann varð handtikin uttan dramatikk, sigur sjefpolitiinspektørurin.

Spurdur, um talan kann vera um fleiri vápn undir illgerðini segði sjefpolitiinspektørurin, at tað kann tað vera.

Nógv filmsbrot eru á sosialum miðlum, sum vísa tann mistonkta við ymsum vápnum.

Eitt teirra er ein jagtriffla við trækolbu. Eitt annað líkist einum eldri handvápni.

Tann mistonkti er longu kendur av løgregluni, men ikki væl.

– Hann er kendur, men bara perifert. Tað er ikki ein, vit kenna fyri nakað serligt, sigur sjefpolitiinspektørurin, Søren Thomassen.

Á sosialum miðlum hevur ljóðað, at skottilburðurin skuldi vera framdur við einum rasistiskum motivi. Tað er eisini tosað um, at tann 22 ára gamli skuldi verið limur í flokkinum Stram Kurs.

Løgreglan hevur enn ikki sæð tekin um, at tað skuldi verið eitt rasistiskt motiv handan skottilburðin.

 

Klokkan sjey í morginári verður aftur tíðindafundur um málið.

/ritzau/

 

 

(Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)