Trý føroyingalið í íslendskum hondbólti vóru í leiki í áttandapartsfinalunum í steypakappingini ígjár, og vunnu øll trý sínar áttandapartsfinalur lættliga.
Natasja Hammer skoraði tvey mál tá lið hennara, Haukar vunnu 39-29 á Selfossi á útivølli. Í steðginum vóru Haukar á odda 19-13.
Ingibjørg Olsen (myndin) skoraði tvey mál fyri ÍBV sum í sínari áttandapartsfinalu vann ein knúsandi 44-18 sigur á Fjølnir/Fylkir á útivølli. Í steðginum var ÍBV á odda 22-8.
Haukar spæla fjórðingsfinalu á útivølli móti Vali komandi mánakvøld klokkan 19.30. Enn er óvíst nær ÍBV spælir fjórðingsfinalu á heimavølli móti vinnaranum av dystinum millum FH og Stjørnuna.
Dánjal Ragnarsson kom ikki á máltalvuna tá ÍBV vann tryggan 30-21 sigur á 2. deildarliðnum, Kórdrengir. Í steðginum var ÍBV á odda 19-12.
Sunnudagin klokkan 16 spælir ÍBV fjórðingsfinalu á útivølli móti Selfossi.
Føroyingaliðið á Akureyri, KA spælir eisini fjórðingsfinalu sunnudagin klokkan 16. KA tekur á heimavølli móti Haukum.