Trý føroyingalið vunnu og Súna var toppskjútti

Keypmannahavn vann á Ajax, og Viborg og Ringkøbing vunnu eisini

Tey fýra føroyingaliðini í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti vóru í leiki í kvøld.

 

Í Bavnehøj-høllini tóku Súna K. Hansen (myndin) og liðfelagarnir í Ajax móti Pernillu Brandenborg og liðfeløgunum í Keypmannahavn.

 

Keypmannahavn vann ein trivaligan 37-24 sigur. Í fyrra hálvleiki var Ajax betri við, og í steðginum var Keypmannahavn bert á odda við trimum málum, 16-13.

 

Hóast tapið gjørdi Súna vart við seg við at toppskjútti saman við Katrine Jacobsen við fimm málum. Harumframt legði Súna upp til tvey mál.

 

Pernille skoraði tvey mál, legði upp til eitt og vann liðnum hjá sær eitt brotskast.

 

Liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing vann á heimavølli 26-25 (13-14) á Aarhus. Men sæð við føroyskum landsliðsbrillum var ikki talan um ein góðan dyst.

 

Kappingarneytin hjá Rakul, Ida Vium stóð allan dystin, og hon bjargaði 39 prosent av málroyndunum. 

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á útivølli 29-23 á Silkeborg-Voel. Í steðginum var Silkeborg-Voel á odda 16-14.

 

Jana var noterað fyri eitt upplegg til mál. 

 

Støðan: 

 

NummarLiðDystirStig
1Team Esbjerg2142
2Ikast Herning2138
3Odense  2136
4Nykøbing Falster2128
5Silkeborg-Voel 2122
6SønderjyskE  2121
7Keypmannahavn2120
8Viborg HK2120
9Ringkøbing 2117
10Skanderborg2115
11Aarhus United2114
12Horsens 2113
13Bjerringbro 218
14Ajax 210