Trý feløg bjóða av í kappingini um at flyta upp

1. DEILD: B71 er dragnað, meðan NSÍ og FC Hoyvík hanga í toppliðnum á Skála

FC Hoyvík hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, og nú er FC Hoyvík av álvara við at blanda seg í kappingini um at flyta upp

Í dag og í kvøld var fimta umfar í næstbestu deildini. Trý av teimum fýra, sum kappast um at flyta upp, vóru í dag á heimavølli.

 

Skála vann 3-1 í oyggjauppgerðini ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Poul Kallsberg, sum í vetur flutti av Skála til Víking, skoraði ímóti sínum bygdarmonnum. Meinhard Janusarson, sum í vetur flutti úr NSÍ og yvir á Skála, skoraði tvey mál fyri Skála, sum nú er topplið og hevur sama stigatal sum KÍ.

 

B71 vara á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og tað endaði 1-1. Tað sær út til, at B71 – fyribils í hvussu so er – heilt hevur mist endan í kappingini um at flyta upp.

 

FC Hoyvík átti heimadyst ímóti grannunum í HB, og FC Hoyvík vann 2-1. Hetta var triði sigurin á rað hjá FC Hoyvík, sum er á fimta plássi við 9 stigum.

 

NSÍ er eitt stig frammanfyri FC Hoyvík og tvey stig aftanfyri Skála. Í dag vann NSÍ 2-0 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá B36. Málini vórðu skorað fyrra partin av fyrra hálvleiki, og málskjúttar vóru Steffan A. Løkin, sum síðst skoraði hattrikk ímóti Víkingi, og Búi Egilsson.

 

KÍ hevði vitjan av teimum næstbestu hjá B68, og heimaliðið vann 4-1. Stóri maðurin í Klaksvík var 17 ára gamli Jóhan Josephsen, sum skoraði trý tey fyrstu KÍ málini og harvið skoraði hattrikk. KÍ hevur 12 stig og er undir liðini á oddaliðnum Skála. Flaggdagin hittast Skála og KÍ.

 

 

 

 

 

KÍ – B68 4-1 (2-0)

 

1-0: Jóhan Josephsen 6.

 

2-0: Jóhan Josephsen 22.

 

3-0: Jóhan Josephsen br 61.

 

3-1: Óli H. Olsen 87.

 

4-1: Heðin Klakstein 90.

 

-

 

Skála – Víkingur 3-1 (1-0)

 

1-0: Meinhard Janusarson 20.

 

2-0: Carrlos Ferreira 54.

 

2-1: Poul Kallsberg 74.

 

3-1: Meinhard Janusarson 77.

 

-

 

B36 – NSÍ 0-2 (0-2)

 

0-1: Steffan A. Løkin 7.

 

0-2: Búi Egilsson 14.

 

-

 

FC Hoyvík – HB 2-1 (2-0)

 

1-0: Dánjal Karbech Hansen 24.

 

2-0: Fróði Pætursson Rasmussen 40.

 

2-1: Andreas Skeel Nolsøe 60.

 

-

 

B71 – EB/Streymur 1-1 (0-0)

 

0-1: Óli Egilstrøð Magnussen 50.

 

1-1: Alejandro Medina 70.

 

-

 

Skála54019212
540111712
NSÍ53117310
Víkingur53021579
FC Hoyvík5302989
B685212687
B715113584
EB/Streymur51135134
B365104493
HB5104393

 

 

 

Flaggdagin 25. apríl

 

NSÍ – EB/Streymur

 

Skála – KÍ

 

FC Hoyvík – Víkingur

 

HB – B36

 

B71 – B68

 

FC Hoyvík hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar, og nú er FC Hoyvík av álvara við at blanda seg í kappingini um at flyta upp