Trý fólk eru deyð og 11 fólk hava fingið skaða í einum russiskum dronuálopi á havnarbýin Izmajil í Suðurukraina tíðliga í morgun. Eitt av teimum dripnu er eitt barn.
Tað sigur guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, á boðtænastuni Telegram, sambært tíðindastovuni Reuters.
Fleiri hús hava fingið skaða og eldur er kyknaður fleiri staðni, sigur guvernørurin, sum kallar álopið fyri "eitt ógvusligt yvirgangsálop"
Havnarbýurin Izmajil liggur í suðurukraina nærhendis markinum til Rumenia við ánna Donau. Áin virkar sum mark millum Ukraina og NATO-landið Rumenia.
Sambært eini fráboðan úr Ukraina skeyt herurin 24 dronur niður undir álopinum hjá Russlandi í nátt.
Í gjár skutu russiskar herdeildir fleiri ferðir móti eini niðursetubygd vestan fyri býin Kherson, sum ukrainar stýra. Her doyði ein persónur og ein annar fekk skaða.
Russland hevur upplýst, at tað ikki vendir seg móti sivilfólki í álopinum. Túsundtals sivilfólk eru deyð, síðani Russland herjaði á Ukraina fyri hálvum øðrum ári síðani.
/Ritzau/