Trý deyð í skottilburði í skúla í USA

Fleiri fólk eru deyð í skúlaskjóting í Wisconsin. Tann, sum er undir illgruna fyri at hava skotið, er millum tey deyðu.

Løgreglan er til staðar í einum skúla í Madison í Wisconsin í dag, har ein skottilburður hevur verið. - Mynd: Scott Bauer/Ritzau Scanpix

Trý fólk doyðu í skúlaskjótingini í amerikanska statinum Wisconsin mánadagin.

Tann, sum er undir illgruna fyri illgerðini, er millum tey deyðu, siga amerikanskir myndugleikar.

Tey siga víðari, at tað eru børn millum tey dripnu.

Løgreglan hevur áður boðað frá, at talan var um fimm deyð.

Skjótingin hendi í privatskúlanum Abundant Life Christian School í býnum Madison. Í skúlanum eru stívliga 400 næmingar frá barnagarði til 12. flokk, har næmingarnir eru millum 17 og 18 ár.

Løgreglustjórin í býnum, Shon Barnes, sigur, at illgruni er um, at gerningsmaðurin var ein ungdómur. Viðkomandi varð funnin deyður, tá løgreglan kom á skúlan.

Í minsta lagi fimm fólk eru flutt á sjúkrahúsið, sigur Barnes.

Tann, sum hildið verður hevur skotið, var næmingur á skúlanum. Ongar aðrar upplýsingar um viðkomandi eru komnar út. Hvørki aldur ella kyn er tí kent.

Skjótingin hendi stutt fyri klokkan 11 lokala tíð.

 

##med2##

Myndir frá staðnum vísa fleiri løgreglubilar, sløkkiliðsbilar og ein sjúkrabilur.

Løgreglustjórin sigur, at allir næmingar á skúlanum eru offur.

- Í dag er ein dapur, dapur dagur. Ikki bara fyri Madison, men fyri alt okkara land, har enn ein løgreglustjóri nú heldur tíðindafund um harðskap í okkara samfelag.

- Hvørt barn og hvørt menniskja í tí bygninginum er eitt offur og verður eitt offur í allar ævir. Hetta slagið av trauma fer ikki bara burtur, sigur Shon Barnes.

 

Ritzau/Reuters

 

Løgreglan er til staðar í einum skúla í Madison í Wisconsin í dag, har ein skottilburður hevur verið. - Mynd: Scott Bauer/Ritzau Scanpix