Trý deyð á sjónum

Fríggjadagin minnast vit eina unga gentu og tveir menn, sum eru deyð á sjónum

Hetta síðsta árið eru tríggir føroyingar deyðir á sjónum.

Tað upplýsir skrivstovan hjá bispi, nú minningardagur teirra sjólætnu er nú fríggjadagin, allahalgannadag, 1. november.

 

Tey trý, sum eru deyð á sjónum síðani 1. november í fjør, eru:

 

- Maria Fuglø Christiansen 16 ár, druknaði við byrgingina í Hvannasundi tann 21. november.
                                                                        
- Ingi Dam Jacobsen 39 ár, andaðist umborð á Nordkinn tann 24. februar.

- Magnus Holm 60 ár, druknaði á Vágsfirði tann 30. juli.

 

 Eins og undanfarnu ár skipar Føroyska Sjómansmissiónin aftur í ár fyri minningarhaldi teirra sjólætnu.

 

Tað verður fríggjadagin klokkan 14  á Vinnuháskúlanum í Nóatúni  í Havn.

 

Har fara Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Sverri Steinhólm, prestur, at halda røðu.

 

Aftaná verður farið niðan til minnisvarðan í Viðalundini, har kransur verður lagdur.

 

Øll eru vælkomin til minningarhaldið, sigur Sjómansmissiónin.