Trý beinbrot í dag

Løgreglan hevur fingið tríggjar fráboðanir um fólk, ið hava brotið beinið í dag.

Um summarið er vanligt, at føroyingar og onnur ganga sær túrar í hagan, men tað er ikki altíð heilt vandaleyst. Av løgreglustøðini verður upplýst, at tað javnan kemur fyri, at tað er neyðugt at senda tyrluna eftir ferðafólkum, ið bróta beinið í haganum.


Tað er tó heldur óvanligt, at fleiri fólk bróta beinið sama dag, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so hava trý fólk brotið beinið í dag.


Fyrsta fráboðanin var úr Viðareiði klokkan hálvgum tólv í morgun. Tá fekk løgreglan fráboðan um, at ein eldri kvinna var dottin nærhendis kirkjuna og hevði brotið beinið. Sjúkrabilurin varð sendur eftir kvinnuni.


Nakrar tímar seinni, um trý tíðina, fekk løgreglan aftur eina fráboðan um beinbrot. Hesaferð var tað ein maður, seint í hálvtrýssunum, ið breyt beinið, tá hann var á veg út á Borðuna á Nólsoynni. Tyrlan varð send eftir manninum, ið varð fluttur á sjúkrahúsið.


Seinasta fráboðanin kom um fimm tíðina. Tá var talan um ein eldri mann, í sjeytiárunum, ið var dottin í haganum einar 3-4 kilometrar frá Saksun. Sum vant í tílíkum førum, so varð tyrlan boðsend, og flutti hon mannin á sjúkrahúsið.