Trý ár við Lars Olsen

Í dag er júst trý ár síðani, at Lars Olsen tók við sum føroyskur landsliðsvenjari

Í dag tann 8 november, eru júst 3 ár síðani, at Lars Olsen tók við sum føroyskur landsliðsvenjari.

 

Lars Olsen gjørdist á tíðindafundi 8 november 2011, nýggjur føroyskur landsliðsvenjari, eftir at hann tók við eftir Brian Kerr.

 

Uppá hesi 3 árini, hava Føroyar leikt 18 landsdystir undir Lars Olsen, harav 16 av teimum eru FIFA skrásettir.

Teir báðir, ið ikki eru FIFA skrásettir, eru venjingardystirnir móti Thailand og Gibraltar. Orsøkin til at teir báðir dystirnir ikki eru FIFA skrásettir, er tí at Gibraltar ikki er FIFA skrásett land, meðan dysturin hjá Føroyum móti Thailandi, var spældur við einum U-23 landsliðið hjá Thailandi. 

 

Í hesum 18 dystunum, hevur Føroyar tapt sekstan, spælt ein javnan og vunnið ein.

 

Javnleikurin sum Føroyar hevur fingið, var í dystinum móti Kasakstan í oktober 2013, ið endaði 1-1. Føroyska málið í tí dystinum, skeyt Hallur Hansson.

 

Einasti sigurin hjá Føroyum við Lars Olsen sum landsliðsvenjara, fekk Føroyar á venjingarleguni í Spania í vár, tá Føroyar vann 4-1 á Gibraltar. Í tí dystinum skeyt Christian Lamhauge Holst 2 mál, meðan Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson fingu hvør sítt.

 

Fríggjakvøldið skal Føroyar aftur í eldin, tá teir á Karaiskakis leikvøllinum í Athen, skulu spæla móti Grikkalandi.