Trý afturat á festival í sørvági

Nú eru fimm nøvn sett á plakatina á Sørvágs Country- & Bluesfestivali


Í morgun almannakunngera tey, ið fyrireika Sørvágs Country- & Bluesfestival, trý nøvn afturat, sum fara at spæla á festivalinum í summar

 

Jambalaya Band úr Danmark,  unframt Uni Debess & The Tomcats og Kristina Bærendsen úr Føroyum

 

Í Jambalaya Band eru seks limir seks og teir spæla lurtara- og dansivinarligan countrytónleik. Skráin hjá teimum er alt frá gomlum slagarum til tann nýggjara countrytónleikin, umframt egið nýskrivað tilfar, siga fyrireikararnir

Ein føroyingur er við í bólkinum, tað er Sonny Poulsen úr Nólsoy, sum hevur búð í Danmark tey seinastu nógvu árini.

 

Her heima er hann best kendur sum ein av manningini í bólkinum “Springs”, sum var nógv frammi seinast í 80’unum og fyrst í 90’unum.

 

Jambalaya Band spælir nógv á teimum stóru countryfestivalunum í Danmark og í útlondum, bæði sum egið orkestur og sum orkestur fyri útlendskar countrysangarar, eitt nú Billy Yates, sum framførdi á Country- & Bluesfestivalinum í fjør og Hallur Joensen, sum hevur samstarv við Jambalaya Band tá hann framførir uttanfyri landoddarnar.

 

Bæði Uni Debess & The Tomcats, og Kristina Bærendsen  hava áður spælt á Sørvágs Country & Blues Festivali.

 

Nú eru fimm nøvn almannakunngjørd áður er greitt, at Signar í Homrum úr Føroyum og Laura van den Elzen úr Niðurlondum, eisini fara at spæla.