Í tíðindaskrivi frá sjónleikarunum, verður sagt, at teir sjónleikarar, sum vitja í Tilhaldinum í dag frá kl. 14.30 til 16.00 eru Magna, Bjørgfinnur, Jytte, Rúni, Birita, Lina, Malan, Kjartan, Jón, Jóanna og Gunhild.
Sagt verður, at hesir sjónleikarar fara at siga frá søgu felagsins, søgu Sjónleikarhúsins, persónligum upplivingum á palli, bera fram yrkingar og vísur, siga frá um leikætlanir og virkið fyri 1998/99, siga eitt sindur um ta broyting og tær umvælingar, sum eru gjørdar í húsinum.
Sangløta og leikbrot
? Hetta ljóðar kanska sum ein Lang - Lang skrá ... - men vit eru trý ættalið sum ætla at hugna okkum saman við tykkum í ein góðan tíma, verður sagt frá sjónleikarunum.
? Onkur fer at spæla uppá - so vit vóna at fáa eina góða sangløtu eisini, og hvør veit, kanska fara vit eisini at síggja okkurt leikbrot, siga hesir fegnu sjónleikarar í skrivinum.
Um bert tey, sum vanliga vitja Tilhaldið eru vælkomin, verður ikki sagt, men tey eru tað í hvussu so er.










