Trúvirðið er lyklaorðið

­ Tað er lagnunar speisemi, at Jóannes Eidesgaard, sum í sínum valstríði greitt segði seg ikki vilja stuðla sosialdemokratiska flokkin, nú skal avgera um Nyrup Rasmussen skal sleppa at halda fram sum forsætisráðharri, sigur Jákup Pauli Strøm

Stóru politisku broytingarnar á fólkatingsvalinum, í mun til politisku samansetingina í Løgtinginum, nýtist ikki at fáa avleiðingar fyri førda politikkin í tinginum.

Tað heldur Jákup Pauli Strøm. Hann heldur serliga at umboðan Javnaðarfloksins í danska tinginum er áhugaverd og ikki sørt løgin.

Tað at Jóannes Eidesgaard gerst ³17. maðurin3 í donskum politikki, krevur, at hann skal vera sera, sera varin. Heldur hann ikki orð í tí hann førdi fram í valstríðnum,um ikki at blanda seg í danskan innanríkismál, missir hann kanska stóru framgongdina, sum flokkur hansara fekk á valnum.


Noyðist at halda orð

Jákup Pauli Strøm nýtir myndberingina, at formaðurin í Javnðarflokkinum ríður á eini knívsegg, og at nú ræður um, ikki at yvirspæla síni kort.

­ Kann Jóannes Eidesgaard fáa eina góða avtalu fyri Føroyar og ávirkan, so vit fáa broytingar í íríkisfelagsskapinum, kann tað gagna honum, men hetta er ikki nøkur góð støða, sum nú er.

­ Tað er sum at velja millum kolera og pest. Hann noyðist tó at hava eina greiða støðu og halda seg til lyftini, sum hann hevur givið, sigur Jákup Pauli Strøm.

Lærarin í samfelagsfrøði heldur ikki, at fólkatingsval kann samanberast við løgtingsval, tó at nøkur valevni júst førdu fram føroysk landspolitiskt mál í valstríðnum,sum eins væl kunnu nýtast á komandi vali. Hann vísir til, at eitt nú Sjálvstýrisflokkurin førdi valstríð uppá vágatunnilin - og við sera góðum úrslti.


Ein avbjóðing fyri tingmenn í Vágum

­ Hetta kann fáa tingmenninir í Vágunum fyri Fólkaflokkin og Sambandsflokkin at nýta sama valagn til løgtingsvalið, fyri ikki at missa sínar atkvøður.

Um hvat flokkarnir høvdu at bjóða í valstríðnum, var tilboðið hjá Fólkaflokkinum, at veljarnir kundu atkvøða fyri persónum.

Sambandsflokkurin førdi valstríðinn á ríkisfelagsskapin, og lítið annað høvdu at bjóða.

­Javnaðarflokkurin kom væl frá valinum, av tí at teir ikki bjóðaðu gull og grønar skógir, men gjørdu veljarunum greitt, hvørja støðu teir høvdu, við ikki at fara upp í tingbólkinum hjá danska Sosialdemokratinum.


Ósemjan í Tjóðveldisflokkinum ein forðing

Tjóðveldisflokkurin hevði trupulleikar av, at teir ikki vóru samdir innanhýsis, og tað kann fáa avleiðingar fyri komandi val, um teir fara at klandrast.

Tað hevur eisini týdning, hvussu flokkurin til løgtingsvalið fer at leggja til rættis, og um teir kunnu semjast, eins og hvussu teir prioritera valevnini fyri flokkin.

- Hvat kunnu teir fimm uppstillaðu flokkarnir meta út frá valinum?

­ Løgtingsvalið kann ikki samanberast við hetta valið, tí her eru ikki allir flokkar umboðaðir, eins og lokalmál og geografiska støðan hevur øðrvísi leiklut løgtingstingsvali, sigur Jákup Pauli Strøm.

Fólkatingvalið hevur meir við persónar at gera. Eitt nú fekk Óli Breckmann slakar 4000 atkvøður, men hann fær ikki vanliga nærnámind so nógvar atkvøður til løgtingsvalið. Tað er júst tí, at hetta valið er annað mál.

Fyri Javnaðarflokkin er støðan ein onnur. Flokkurin hevur havt stórar trupulleikar, men tykist at vera í framgongd aftur.

­ Um Jóannes Eidesgaard ikki spælir sær kortini úr hondum, so kann tað hava ávirkan á atkvøðuúrslitið til løgtingsvalið. Eisini tað, at hann er vorðin formaður, kann hava týdning fyri úrslitið.

Ræður um trúvirðið

Megnar flokkurin harnæst at føra trúverdigan politikk í Fólkatinginum, eftir tí sum flokkurin hevur givið lyfti um, umframt at Kristian Magnussen er komin upp í flokkin, kann tað fáa gagnliga ávirkan á komandi løgtingsval, sigur Jákup Pauli Strøm.