Trussutjóvur tikin

Amerikanska løgreglan hevur tikið ein mann, sum er skuldsettur fyri at hava stolið undirklæðir frá nógvum kvinnum. Løgreglan sigur, at maðurin breyt inn í minst sjey íbúðir í statinum Iowa, og at hann stjól øll kvinnuundirklæðini, sum hann kom framá. Men mánadagin varð maðurin tikin. Talsmaðurin hjá løgregluni í Iowa sigur, at tað er ikki á hvørjum degi, at hon hevur eitt tílíkt mál.