Truss skiftir út á lyklaplássum í bretsku stjórnini

Nýggj andlit eru í fleiri av tungu ráðunum í Bretlandi, eftir at Liz Truss hevur loyst av Boris Johnsson.

 

James Cleverly, sum tekur við sum nýggjur bretskur uttanríkisráðharri, eftir at Liz Truss gjørdist forsætisráðfrú, heilsar einum løgreglumanni, tá hann kemur til Downing Street 10 fyrr í dag. - Foto: Phil Noble/Reuters

Nýggja bretska forsætisráðfrúan, Liz Truss, hevur fyrstu nýggju ráðfólkini upp á pláss.

Tað fyrsta navnið, sum varð almannakunngjørt í dag, er konservativa tjóðartingskvinnan, Thérèse Coffey, sum verður nýggj ráðfrúa í heilsumálum. Coffey er harumframt tilnevnd sum varaforsætisráðfrúa.

Truss hevur biðið James Cleverly átaka sær sessin sum uttanríkisráðharri – eitt starv, hon sjálv júst er komin úr.

Tað skrivar skrivstova hennara í boðum í kvøld.

Kwasi Kwarteng verður nýggjur forsætisráðharri, verður sagt úr Downing Street 10. Kwarteng vinnumálaráðharri frá 2019 til 2021.

Nýggj innanríkisráðfrú verður Suella Braverman. Hon hevur síðani 20230 verið ríkisadvokatur fyri Ongland og Wales.

Braverman loysir av Priti Patel í tunga sessinum. Patel hevði frammanundan boðað frá, at hon fór at leggja frá sær.

Tíðindastovan Reuters hevur lagt sær í geyma, at nýggja stjórnin hjá Liz Truss er tann fyrsta stjórnin í Bretlandi nakrantíð, har tað ikki er ein hvítur maður á einum av teimum fýra týdningarmestu ráðharrasessunum.

 

##med2##

Varaforsætisráðharrin higartil, Dominic Raab, skrivar á Twitter, at hann nú verður vanligur tingmaður.

Liz Truss var fyrr í dag alment tilnevnd sum nýggj bretsk forsætisráðfrú eftir Boris Johnson.

Nýggja stjórnin hevur risastórar uppgávur fyri framman. Bretland er komið í landsins ringastu búskaparkreppu í áratíggju við høgari inflatión og sera høgum orkurokningum.

Truss skal í morgin leiða fyrsta stjórnarfundin og skal eisini svara spurningum frá tinglimum.

/ritzau/

 

James Cleverly, sum tekur við sum nýggjur bretskur uttanríkisráðharri, eftir at Liz Truss gjørdist forsætisráðfrú, heilsar einum løgreglumanni, tá hann kemur til Downing Street 10 fyrr í dag. - Foto: Phil Noble/Reuters

Kwasi Kwarteng, hvørs foreldur komu til Bretlands úr Ghana í 1960'unum, er nýggjur bretskur fíggjarmálaráðharri. - Foto: Phil Noble/Reuters