Fótbóltur
Dagurin er 21. oktober, 2007. Í einum týdningaleysum dysti á næst seinasta leikdegi í Formuladeildini vitja klaksvíkingar í Gundadali, har HB tekur ímóti. Við máli av Símuni Joensen eru gestirnir úr Klaksvík á sigurskós, nú seinni hálvleikur er hálvrunnin. Rókur av Fløtum Jespersen hevur bóltin á egnari hálvu og setir ferð á. Í eini roynd at steðga vandamikla skjótálopinum tveitir Paul Clapson seg í glíðandi takkling, og Jespersen fer um koll. Páll Augustinussen, dómari, ivast ikki. Reytt kort og farvæl. Fyri einum árum síðan var hann mest elskaði »klaksvíkingur« í Gundadali, men nú rópa og geyla fjepparnir hjá HB eftir honum. Eitt farvæl til ein av størstu persónligheitunum í føroyskum fótbólti seinnu árini.
Søgan um Paul Clapson er øðrvísi enn tær flestu í fótbóltsheiminum. Málmaðurin, sum gjørdist málrevur í føroyskum fótbólti, takkaði um ársskiftið fyri seg í Klaksvík, og í leiklutinum sum framherji hevur hann longu skotið seg í hjørtuni á fjepparaskarðanum hjá Afturelding, sum spælir í næst bestu deildini í Íslandi. Stóri og vælbygdi onglendingurin við tiltikna hárinum fekk ongantíð sagt veruligt farvæl við klaksvíkingar, tá hann var útvístur í dystinum móti HB.
Eks-daman í Føroyum
Tað var upprunaliga sum málverji, at Paul Clapson kom til Føroya í 2006. Tony Paris hevði undan kappingarbyrjan varnast dugnaligu evni hansara millum stengurnar, tá hann hevði eygleitt eina kapping í USA. Tá Formuladeildin fór av bakkastokki var tað tó sum framherji, at hann gjørdi vart við seg. Saman við Christian Lundberg var hann toppskjútti hjá KÍ við 12 málum.
Hóast tíðin í Klaksvík er liðug á hesum sinni, so er hann týðiliga rørdur, tá hann greiðir frá frálíka tíðarskeiðnum í norðuroyggjum.
- Eg varð brýndur til framherja, og eg eri sera glaður fyri ta avgerðina hjá Tony Paris. Eg eri stoltur av mínum avrikum í Djúpumýru. Eg havi heldur ikki slept Føroyum heilt, tí mín føroyski hundur er við mær her í Íslandi. Tað er torført at seta orð á kenslurnar, sum eg havi fyri KÍ nú: Tað er sum ein eks-dama. Eg fekk ongantíð veruliga møguleikan at siga farvæl við fjepparnar, tí eg var leikbannaður í seinasta umfarinum. Eg var sera keddur um ta avgerðina hjá dómaranum. Eg hevði fyrireikað meg til eitt gult kort fyri hasa takklingina. Og soleiðis var altíð. Eg kendi tað ofta sum, at dómararnir hildu serliga eitt vaki eyga við mær á vøllinum. Teir bíðaðu altíð eftir møguleikanum at geva mær eitt kort, sigur fyrrverandi málrevurin í Klaksvík.
Clapson var sum yngri ofta settur at spæla framherji, tí liðið longu hevði ein dugnaligan málverja.
Paris ein orsøk
Gitingarnar vóru sera nógvar um framtíðina hjá Paul Clapson, tá kappingarárið í fjør nærkaðist endanum. Hóast framherjin í føroysku miðlunum segði seg elska Klaksvík og KÍ, so kom tað ikki óvart á fótbóltsáhugaðar føroyingar, at hann flutti av landinum. At valið so fall á Afturelding var alt annað enn væntað.
- Eg hevði tørv á eini útskifting. Mær dámdi sera væl í KÍ, og tað vóru eingir trupulleikar í Klaksvík, sum fingu meg hagar. Eitt sera gott tilboð stóð mær í boði, og eg ivaðist so at siga ongantíð. Eg skjeyt ikki so nógv mál í Føroyum, sum eg vildi, og tí føldi eg, at eg mátti víðari. Eg var bjóðaður til royndarvenjingar í Noregi, og fyrispurningar vóru eisini frá føroyskum feløgum. Eg hevði lovað leiðsluni í Afturelding, at eg spældi við teimum í hesum kappingarárinum, og tí fór eg ikki í samráðingar við onnur feløg. Tað gjørdi eisini avgerðina lættari, at Tony Paris ikki longur er venjari í KÍ. Eg kom við honum til Føroya, og tað var eitt sindur trupult, tá hann ikki var í umhvørvinum.
Metti tú, at tað var rætt, at KÍ segði farvæl við Tony Paris?
- Hann er ein frálíkur venjari, og mær dámdi hann sera væl. Eg var heldur ikki tann einasti í hópinum, sum var av tí sannføring. Eg vildi fegin, at hann varð verandi. Tað vóru helst trupulleikar, sum vit leikarar ikki vistu um, ið fekk hamarin at fella hjá leiðsluni. So eg kann ikki veruliga siga, um tað var rætt ella skeivt. Eg havi framvegis samband við Paris, og eg fái ofta teldupostar frá honum, har hann spyr, hvussu tað gongst mær og tílíkt, sigur Paul Clapson í horninum úr Íslandi.
Onglendingurin hevur í fyrstu syftu gjørt avtalu við felagið galdandi til í summar. Um hann trívist og gongst honum væl, er sannlíkt, at hann heldur fram í komandi kappingarári eisini.
Sama sum Føroyar
Tað eru nú tríggir mánaðir síðan, at Clapson flutti til Ísland og íslendskan fótbólt. Onglendingurin hevur seinastu tvey árini verið ein av ímyndunum á liðnum hjá KÍ, og longu nú er líkt til, at hann verður ein av undangongu monnunum hjá Afturelding í hesum kappingarárinum. Seks mál í trimum skrásettum dystum er heldur ikki smávegis. Clapson stórtrívist í grannalandi okkara.
- Hetta er fantastiskt. Tað minnir sera nógv um Føroyar – eisini fótbóltsspælið. Hóast vit eru í næstbestu deildini, so hava vit í venjingardystum givið teimum bestu liðunum í landinum skarpan gang. Eg eri sannførdur um, at hetta liðið hevði staðið seg millum fimm tey bestu í Formuladeildini. Á einum góðum degi høvdu vit vunnið á HB og B36 eisini. Felagið er sera proffesionelt og hugsar sera nógv um leikararnar. Hjá mær ræður fyrst og fremst um at skjóta mál, og eg ætli mær eisini at verða toppskjútti í deildini. Tað, sum er mest umráðandi, er, at felagið flytur upp, staðfestir Paul Clapson.
Seinasta vikuskiftið vann Afturelding stórsigur í kappingini um Leinkjubikari. Á heimavøllinum vunnu Clapson og liðfelagarnir heili 9-2 á Sindri, og fimm ferðir var fyrrverandi KÍ-framherjin á blettinum.
Meistaraskapurin til HB
»Paul! Kom her, tú skal hava ein snaps aftrat. Tað hevur tú uppiborið!«
Tað er veruliga lív í HB-húsinum. Púra óvæntað hevði havnarfelagið á síðsta leikdegnum – 21. oktober, 2006 – tryggjað sær 19. meistaraheitið í søgu felagsins. Millum gestirnar í stóru veitsluni í Gundadali er Paul Clapson. Ein »klaksvíkingur«. Fjeppararnir hjá havnarfelagnum kunnu ikki bíða við at takka honum stórliga.
Fyrr á degnum hevði júst Paul Clapson staðið fyri einsamalla málinum, tá KÍ vitjaði á Eiði. EB/Streymur skuldi einans hava stig úr dystinum fyri at gerast føroyameistari. Gestirnir fóru við øllum, og tá HB vann á fuglfirðingum, endaði havnarfelagið enn eina ferð á ovastu rók í føroysku kappingini.
- Tað kom fyri, at klaksvíkingar komu til mín og spurdu, hvat ólukkan eg hevði gjørt. Eg kundi ikki verða rættsiktaður, sambært teimum. Men tað var ein av bestu og stuttligastu løtunum hjá mær, meðan eg var í Føroyum. Eg gloymi ongantíð tað kvøldið – at síggja, hvussu nógv hetta hevði at týða fyri HB. Eg var í øllum førum mest elskaði »klaksvíkingur« hjá teimum hendan dagin, minnist hann brosandi aftur á.
Aftur til Føroya
Paul Clapson harmast stórliga um, at tað ikki eydnaðist honum at vinna eitt gullheiðursmerki til Klaksvíkar. Møguleikin var serliga í 2006, men í steypafinaluni endaði B36 omaná.
Tað er tó ikki óhugsandi, at Clapson í framtíðini fer at rópa seg føroya – ella steypavinnari. Hann kundi væl hugsa sær at vent aftur til Føroya.
- Sjálvsagt. Tað er stórur møguleiki fyri tí. Mær dámdi sera væl, og tað hevði verið stuttligt at flutt aftur. Eg havi framvegis samband við nógvar føroyingar, og tað ætli eg mær eisini komandi tíðina.
Verður tað aftur í Klaksvík og Djúpumýru, at tú fer at hava tín gerandisdag?
- Tað er torført at siga. Eg sakni veruliga atmosferðina, nærdystirnar og løturnar, har eg fegnist um málini. Um KÍ eru áhugaðir, so tosi eg fyrst við teir. Eg hevði verið stoltur av at latið meg í bláu troyggjuna aftur. Men nú fáa vit at síggja – tað var í øllum førum øðrvísi, nú Paris ikki var har longur, sigur Paul Clapson.
---
Fakta:
Navn: Paul Clapson
Føddur: 20. mars, 1983.
Tjóðskapur: Ongland
Pláss: Framherji
Felag: Afturelding, Ísland









