Sochaux, Frakland: Síðani leygardagin hevur Kári Nielsen verið í einum slag av bíðistøðu. Bíðistøðu, tí tað eftir dystin móti Litava stóð greitt, at hann í løtuni er triða val til tey bæði sentralu miðvallarplássini, men at Pauli G. Hansen samstundis var sera ivasamur.
Tað gekk heldur ikki hjá Paula at gjøgnumføra dystin, og tí mátti Kári taka til takkar við truplu uppgávuni sum innskiftari.
- Hatta var sjálvandi ein øgiliga trupult dystur at koma inn í. Men hinvegin ivist eg í, hvussu nógv lættari tað hevði verið, um eg var við frá byrjan. Men eg haldi, at vit megnaðu væl at halda okkara avtalur. Sjálvandi er tað keðiligt, at teir skora hasi trý seinastu málini, men alt í alt fingu vit illa gjørt tingini øðrvísi, helt Kári eftir dystin.
-mørk