Kommunumál
? Tað verður ómetaliga trupult hjá eini lítlari kommunu sum okkara at standa einsamøll. Tí vænti eg, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn Kirkjubøar Kommuna verður løgd saman við Tórshavnar Kommunu.
Annfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkubøar Kommunu, heldur, at um nøkur ár fer tað at vera sera trupult at vera ein lítil kommuna.
Hann vísir á, at rákið er tann vegin, at fleiri og fleiri málsøki verða flutt frá landinum, yvir á kommunurnar at umsita.
Men hann leggur samstundis afturat, at spurningurin um samanlegging er ikki eitt mál, sum er til viðgerðar í bygdaráðnum í Kirkjubøar Kommunu.
? Viðurskiftini ímillum Kirkjubøar og Tórshavnar kommunu er eitt mál, vit hava tosað leyðsliga um. Men fyribils er spurningurin um samanlegging ikki á skránni.
? Hinvegin ásanna vit, at neyðugt verður við størri samstarvi við Tórshavnar Kommunu, enn vit hava nú.
Hann sigur, at beint fyri jól sendi Kirkjubøar Kommuna tískil Tórshavnar Kommunu skriv við fyrispurningi um økt samstarv. Hann hugsar um t.d. um eldraøki, men eisini um onnur øki, sum framyvir fara at verða løgd út til kommunurnar at umsita.
Enn hevur kommunan ikki fingið formligt svar frá Tórshavnar Kommunu.
?Men munnliga hava vit fingið at vita, at áheitanin er móttikin við vælvild og eg vænti, at vit fáa eina skilagóða samstarvsavtalu við Havnina.
Sera trupul støða
Annfin Brekkstein sigur, at enn er framtíðin hjá kommununum ikki greið, men útlitini eru til, at munandi fleiri málsøki fara at at vera flutt frá landinum, til kommunurnar at fáa umsita.
?Tað sigur mær so mikið sum tað, at tað verður ómetaliga trupult, fyri ikki at siga heilt ómøguligt, hjá eini fámentari kommunu at standa einsamøll.
? Í øllum førum er tað alneyðugt hjá okkum at samstarva meiri við Tórshavnar Kommuna. Men verða øll tey málsøki løgd út til kommunurnar at umsita, sum talan er um, fer tað at vera ómetaliga dýrt hjá eini kommunu sum okkara Sjálvi fáa vit ikki ráð at byggja stovnar og hava umsiting til øll málsøkini tí,sum verða løgd út til kommunurnar at umsita og tí mugu vit sostatt keypa okkum allar tænasturnar. Og so hongur ikki saman, tí so verður onki eftir til útbyggingar ella til at halda kommununa viðlíka við.
?Tí heldur hann,at hóast tey í Kirkjubøar Kommunu fyribils mest tosa um samstarv við Havnina, er hann sjálvur fullvísur í, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn Kirkjubøar Kommuna er ein partur av Tórshavnar kommunu.
Hjann vísir á, at hóast Kirkjubøar Kommuna verður løgd saman við Havnina, fara bygdirnar ikki at hvørva, tó at lítið er at ivast í, at kommunan verður øðrvísi, enn hon nú er.
At Kirkjubøar Kommuna fegin vil hava samstarv ið Tórshavnar Kommuna er ongin ivi um. Herfyri tók Kirkjubøar Kommuna seg úr Føroya kommunufelag og meldaði seg inn í Kommunusamskipan Føroya og tað var júst fyri at vera í sama felag um Havnin er í.