Neistin-Kyndil 30-17 (15-8)
Hondbóltur
Jákup Mørk
Hóast týdningurin av dystinum millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum ikki var so stórur, sum hann onkun tíð hevur verið, so er einki at ivast í, at hvørki av liðunum var serliga áhugað í at tapa dystin.
Hóast tað oft er torført at spáa nakran favoritt í slíkari uppgerð, so mundi neistaliðið undan hesum dystinum bera hetta heitið, tí grønu grannarnir vóru á fleiri hættir skerdar til uppgávuna. Fleiri leikarar vóru burturfrá, tó at Jórun Ludvig var komin heim til dystin, og harumframt er venjingarstøðan í løtuni ikki hin besta, nú liðið eina tíð hevði ligið í venjaraloysi.
At leikarar vóru burturfrá, hevði eisini við sær, at nýggjar kreftir máttu finnast fram. Heilt nýggjar var talan tó ikki um, tí millum tær, sum hesaferð mannaðu liðið, taldist eisini Erla Smith, sum annars hevði sín seinasta dyst á besta kyndilsliðnum í 1992.
Jøvn byrjan
At byrja við var tað ikki nakar serligur munur ímillum liðini bæði. Yvirhøvur var talan um gott hondbóltsspæl, har bæði liðini royndu at togað mótstøðuverjuna sundur, og serliga í kyndilsálopinum vóru onkrar góðar kombinatiónir at síggja hesa løtuna.
Tað var tó Neistin, sum hevði munin hesa løtuna, og ein hin størsta orsøkin til hetta var Katrin á Neystabø, sum nú aftur er at síggja á besta kvinnuliðnum, eftir at hon seinasta hálva árið hevur roynt seg í Slagelse. Hon átti bróðurpartin av fyrstu nógvu neistamálunum, og var tað ikki við skotstyrkini, so átti hon eisini næst seinastu hond á fleiri ferðir, og tað tóktist at vera ein spurningur um at steðga henni, um Kyndil skuldi gera sær nakrar vónir um at vinna.
Orkan gekk undan
Tá fyrri hálvleikur var farin at halla, tóktist tað tó greitt, at tað helst ikki bert var Katrin á Neystabø, sum kom at verða avgerandi fyri útfallið av dystinum.
Tað gjørdist nevnliga alt meira sjónligt, at orkan á kyndilsliðnum ikki var nóg góð til heilan dyst, og spakuliga ? men trygt ? fór Neistin at økja um munin til grannarnar. Úr javnleiki 8-8 vunnu tær eina trygga leiðslu undan steðginum, og tað gjørdist alt meira greitt, at her fór Kyndil ikki at standa teimum kurl.
Støðan broyttist ikki stórvegis í seinna hálvleiki, og størsti spurningurin tóktist at enda vera, hvussu stórur neistasigurin fór at verða. Tað bøtti heldur ikki um hjá Kyndli, at Hildur Sørensen nú varð sett at verja málið. Eins og liðfelagin og kappingarneytin, Helena Dam, so er Hildur eisini ein frálíkur málverji, og harumframt hevur hon eisini eitt einastandandi útkast, sum meira enn ta einu ferðina var atvoldin til, at leiðslan øktist enn meira. Neyvan er tað lygn, tá sagt verður, at eingin sending úr hennara hondum fór skeiv, og hetta viðførdi, at neistaliðið fekk fleiri skjót mál, har liðnum ikki nýttist at nýta alt ov nógvar kreftir.
Hvussu stórur munurin at enda gjørdist, verður eisini undirstrika av, at Neistin miðskeiðis í seinna umfarinum skeyt sjey mál á rað, og einasti dramatikkurin seinna umfarið muni vera, tá Lotte heldur harðliga rendi Súnu um koll, tá tað bert restaðu fá sekund eftir at spæla. Tá var dysturin tó langt síðani avgjørdur, og um ikki annað, so fingu liðini hvør í sínum lagi staðfest, hvussu venjingarstøðan var, nú farast skal í holt við endaspælið.
Kann gerast trupult
Hvat vit so skulu vænta av hesum báðum liðum í endaspælinum tykist tó enn at vera ein spurningurin, sum einki greitt svar kann gevast til.
Bæði liðini tykjast í ár at fáa ein leiklut miðskeiðis í røðini, har tað neyvan verður talan um heiðursmerki av nøkrum slag. Niðurflyting verður tað neyvan heldur talan um, men endaspælið má tó metast at hava ein størri sálarliga týdning fyri kyndilsliðið.
Tað er nevnliga púra greitt, at tær partvíst skulu prógva fyri sær sjálvum, at tær enn hoyra heima millum bestu liðini í landinum, tí leikara fyri leikara eru tær framvegis sterkar, tó at styrkin ikki er hin sama, sum fyri fáum árum síðani. Leikarar sum Lotte, Ann og Jórun eiga tó at kunna vísa meira, enn tær gjørdu sunnudagin, og helst kunnu tær eisini tað, tá venjingarstøðan er betri, men fortreytin fyri hesum er helst, at tær ikki falla í fátt, tá úrslitini eru soleiðis, sum tað var sunnudagin. Fyrstu dystirnir verða helst truplir at koma ígjøgnum, men megna tær at reisa seg aftur, kann væl henda seg, at tær kortini fara at gera onkran vørr, tá kappingarárið er farið at halla og FM-stríðið millum ovaru liðini gongur við fullari ferð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø 9, Annika Thomsen 8(3), Birita Wadum 4, Bjørg Patursson 3, Súna Mørk 3, Mildrid Jacobsen 3
Kyndil: Jórun Ludvig 6(4), Erla Smith 3, Lotte Sørensen 3, Herborg Joensen 2, Anna Hansen 1, Anita Kjærbo 1, Jensia Petersen 1
Brotskøst: Neistin 3, Kyndil 4
Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 4
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Dánjal Hansen. H-vdu ein friðarligan dag, sum teir heldur ikki gjørdi meira rokmiklan enn neyðugt var.