Trupult hjá Holte

Føroyska útisetafelagið tapti fyri Marienlyst, og nú verður trupult at vinna seg fram til hálvfinalurnar

Flogbóltur

Holte spældi um vikuskiftið móti Marienlyst Volley. Ein dystur, sum mest sum kundi tryggja Bárði Mikkelsen og liðfeløgunum eitt pláss í hálvfinaluni, um teir vunnu dystin. Hinvegin skuldi Marienlyst vinna dystin, um teir skuldu hava møguleikar at røkka hálvfinaluni.
Og Marienlyst vann dystin. Fyrrverandi felagið hjá Bárði tók tey bæði fyrstu settini í dystinum, men tá Holte so aftur gjørdi ein vørr, tóktust teir hava fingið fatur á rætta endanum. Í øllum førum mundu teir við tveimum settum á rað hava sálarliga yvirtakið, tá teir fóru undir javnbrótaran, men her svaraðu gestirnir aftur. Marienlyst vann hetta settið 15-9, og leyp sostatt uppeftir á stigatalvuni, har teir nú standa við góðum møguleikum fyri at røkka víðari í kappingini.
Hóast tapið, so er ikki alt enn mist hjá Holte, men hinvegin eru so avgjørt ikki ráð til fleiri kiksarar. Komandi leygardag skulu teir á útivølli royna seg móti Skovbakken Volley.