– Eg hoppi eitt sindur ímillum, hvønn eg skal velja, sigur Sámal úr Fugloy.
Hann var á val á valstaðnum í Klaksvík saman við konuni, Elini, fyri løtu síðani. Men hann fór út aftur uttan at hava valt.
– Eg kláraði ikki at avgera, hvar krossurin skuli setast. So eg bíði eitt sindur enn, sigur Sámal úr Fugloy.
Tað var eitt sindur lættari hja konuni at seta krossin.
– Tað hevur ikki verið eins lætt til hetta valið, hvønn eg skuldi velja. Men eg havi valt. Eg og Sámal er nokk ikki heilt samd, hvønn vit velja, sigur Elin úr Fugloy.
Sámal hevur nakrar tímar eftir at hugsa seg um, áðrenn valhølini steingja.
– Nei, eg fari nokk ikki at atkvøða blankt. Eg fari aftur seinni. Eg kann siga somikið, at tað verður ikki nakar loysingarflokkur, eg velji, sigur Sámal úr Fugloy.










