Trupult at seta Crouch á beinkin

Harry Redknapp, manager hjá Tottenham, valdi rætt, tá hann byrjaði dystin móti Burnley við Jermaine Defoe og Robbie Keane á toppinum. Hetta merkti tó eisini, at Peter Crouch mátti á beinkin, og tað var eingin løtt avgerð, segði venjarin eftir dystin. – At seta Crouch á beinkin, eftir at hann skeyt hattrick móti Preston, var ikki lætt. Eg hevði tó varhugan av, at skjótleikin hjá Defoe og Keane vór at skapa trupulleikar hjá Burnley, segði Redknapp. Og við einum trivaligum 5-0 sigri, har Keane skeyt fýra mál, munnu fá siga honum ímóti í dag.