Trupult at kappast móti sjógvaling

- Tað sær út til at vera ein øgiligur eftirspurningur eftir laksi, og at síggja til fær hetta líka sum ongan enda, sigur stjórin í Marine Harvest.

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest, sigur, at honum kunnugt hevur eingin sett so stór smolt út áður, sum Marine Harvest nú hevur sett út á Sandsvág.

 

- Hetta er ein roynd, vit hava gjørt, eftir at vit mistu nógvan fisk á Sandsvág í herviligari jólaódn. Vit hava nú valt at gera hesa royndina, har vit slakta fiskin, áðrenn veturin kemur. Fiskurin skal viga fimm kilo í oktober, og tað merkir, at vit nú hava sett smolt út, sum viga upp til 1,2 kilo.

 

Stjórin í Marine Harvest segði við Rás2 í gjár, at royndirnar við stórum smolti á landi vísa, at fiskurin faktiskt veksur betri á landi enn á sjónum, og her er tað eitt nú hitin og ljósið, sum gera seg galdandi.

 

- Osøkin til, at vit ala á sjónum er, at tað er so nógv bíligari, og tað hevði kostað nógvar pengar at flutt alla aling upp á land.

 

Hann vísir á, at smoltstøðin, sum felagið nú hevur bygt á Hellunum, er 8.000 rúmmetrar og kostar 100 miljónir. Ein minni aliringur á sjónum er 17.000 rúmmetrar og kostar undir eina miljón. Tað er tí, at føroyingar ala á sjónum.

 

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at tað verður trupult at kappast móti sjógvaling. Men, fyrimunirnir á landi eru eitt nú, at her slepst undan sjúkum og lús.

 

Spurdur um útlitini í ár, sigur stjórin í Marine Harvest, at tey eru góð, tí tað sær út til at vera ein øgiligur eftirspurningur eftir laksi, og at síggja til fær hetta líka sum ongan enda.

 

- Vit eru eisini rímiliga ovfarin av, hvussu væl tað gongur við prísunum. Greinarar í Noregi hava spátt, at prísurin á laksi fer at liggja um 60 krónur fyri kilo tey næstu trý árini. So, vánirnar eru góðar, sigur Hans Jákup Mikkelsen.