Trupult at fáa fast starv í heilsuverkinum

Løgtingskvinna spyr landsstýrismannin, hví sjúkrarøktarfrøðingar hava so trupult við at fáa fast starv í heilsuverkinum

 

Hvør er orsøkin til, at tað tykist vera so trupult at fáa fast starv í heilsuverkinum?

Tað vil løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen hava at vita frá landsstýrismanninum í heilsumálum. Hon hevur sett honum skrivligan fyrispurning í løgtinginum um málið.

- Í summar fingu 17 sjúkrarøktarfrøðingar prógv í Føroyum, men vísti tað seg, at eingin av hesum 17 høvdu fingið fast starv her heima. Størvini, ið hesir 17 sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu fingið boðið, vóru sum summarferiuavloysarar, farloyvisstarv, summarferiuavloysari í eitt avmarkað tíðarskeið og onkur annar sum tímaløntur avloysari, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 Hon vísir á, at tað hevur verið vanligt, at stovnar royna at varðveita teirra starvsfólk við at bjóða teimum fast starv so tryggleikin í setanini ger, at tey ikki, uttan nakað, skifta starv. 


- Soleiðis tykist tað ikki vera her hjá okkum, serliga innan røktarøki, sæð í breiðum høpi. Vit hoyra um kvinnur, ið bert fáa tilluttaðar 0,8 starv ella enn færri tímar, hóast tær ynskja at arbeiða fulla tíð.  Nú er eisini frammi, at tað er so trupult at  fáa fast starv, heldur enn at vera tímaløntur í tíðaravmarkaðum starvi.

- Spurningurin er, hvat orsøkin til hesi fyribrigdi er, er tað ein roynd at kunna brúka arbeiðsmegina so fleksibult sum gjørligt, er tað fyri at minka um starvsfólkaútreiðslur til eftirløn og yvirtíð, ella er játtanin til stovnarnar so tepur, at tað er trupult at hava nógv fólk í føstum starvi, ella er orsøkin onkur heilt onnur, spyr Eyðgunn Samuelsen.