Trupult at fáa næmingar

Næmingatalið í Frískúlanum við Hoyvíkstjørn bara minkar.

Hóast skúlin hevur roynt at gjørt vart við seg í almenna rúminum, hevur tað ikki fingið fleiri foreldur at innskriva børnini í Frískúlan við Hoyvíkstjørn. Bara fimm børn eru innskrivað til 1. flokk næsta skúlaár. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.

- Eg havi verið í sjónvarpinum, eg havi verið í útvarpinum tvær ferðir. Fortel mær, hvat vit skulu gera, og vit gera tað, um tað eru góð hugskot, sigur Sunneva Maria Guðmundsson, skúlastjóri við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum.

Hóast næmingatalið í løtuni er lágt, væntar skúlastjórin, at hetta fer at broytast.

- Tí tað hendir meira enn so, at hava børnini trupulleikar í øðrum skúlum, ringja tey til okkara. Tó, tað ber illa til, tí skúlin er eingin serskúli. Vit eru ein heilt vanligur skúli, men vit taka nøkur, sigur Sunneva Maria Guðmundsson.

Um næmingatalið ikki hækkar er møguleiki fyri, at skúlin letur aftur. Frískúlin við Hoyvíkstjørn var einaferð Adventistaskúlin, og er partur av føroysku og donsku Adventistasamkomuni. Danski adventistafelagsskapurin avger, um skúlin, sum byrjaði í 1966, heldur fram, ella um hann letur aftur.

Frískúlin við Hoyvíkstjørn fevnir um 1. til 7. flokk.