- Tá menn gerast sjúkir, bera teir seg øðrvísi at enn kvinnur. Men, í sjúkrahúsverkinum er tey ikki nóg røsk til at loysa trupulleikan við monnunum, sigur sálarfrøðingurin og granskarin, Svend Aage Madsen, sum er granskingarleiðari á Ríkissjúkrahúsinum. Hann vísir á, at hetta er eisini ein av orsøkunum til, at menn eru yvirumboðaðir í keðiligu sjúku-og deyðshagtølunum.
Tá ein kvinna merkir eitt hvørt í kroppinum, sum ikki er heilt, sum tað plagar, gongur ikki long tíð, til hon bíleggur sær eina kanning hjá lækna. Tá maður hinvegin merkir eitt hvørt óvanligt í sínum kroppi, skumpar hann tað til viks og hugsar, at hetta fer helst at ganga yvir av sær sjálvum – um bara hann ikki hugsar um tað.
Tá kvinna verður rakt av álvarsamari sjúku, fer hon ógvuliga skjótt inn í leiklutin sum sjúklingur og fylgir sínari viðgerð frá fyrsta degi. Tá maður hevur fingið álvarsama staðfesting av sjúku, hevur hann trupult við at finna sína rók í heilsuskipanini. Maðurin tekur ikki altíð sín heilivág, fær ikki í lag at bíleggja sær tíð til framhaldssamrøður við lækna, og skal hann til endurvenjingar, passar hann ikki venjingarnar serliga væl.
Menn og kvinnur bera seg stutt sagt ikki eins at, tá sjúka rakar, hvørki frammanundan ella undir sjúkuleguni, sigur Svend Aage Madsen, sum í nógv ár hevur granskað í, hvussu sjúkir menn bera seg at. Hann sigur, at um vit taka tað úr øðrum endanum, so vita menn í fyrsta lagi minni enn kvinnur um, hvørjum sjúkueyðkennum teir skulu geva gætur.
- At teir tapa seg í vekt, gerast skjótt pøstir – ella, at okkurt sær øðrvísi út á likaminum, enn tað hevur gjørt – er ikki neyðturviliga nakað, sum menn geva stórvegis gætur. Sálarfrøðingurin leggur aftrat, at tá menn so finna út av, at okkurt veruliga er galið, draga teir tað longri út enn kvinnur at søkja sær lækna. Hjá læknanum uppliva nógvir menn eisini, at samrøðan ikki er nøktandi.
Tað er ikki bert vitanin um sjúku og sjúkueyðkenni, sum monnunum vantar. Teimum vanta ofta eisini orð, tá teir møta heilsustarvsfólki. Teir vita ikki, hvussu teir skulu siga tingini, og teir vita heldur ikki, hvat teir skulu leggja dent á, tá teir verða spurdir um heilsu og sjúku. Hava menn fyrst havt eina keðiliga læknaviðtalu, verður tað enn verri hjá teimum at koma eina aðru ferð.
Alt hetta er ein orsøkin til, at menn finna seg sjálvar yvirumboðaðar í keðiligastu hagtølunum viðvíkjandi sjúku og deyða.
- Í stóru myndini er deyðiligheitin millum menn alt ov høg. 28 prosent fleiri menn enn kvinnur doyggja av krabbasjúkum, sum kvinnur eisini fáa. Tað gongur eisini monnum verri enn kvinnum, tá ræður um diabetes og hjartasjúkur.
Svend Aage Madsen vísir á, at tað eru nógvar kanningar, sum vísa tað sama. Eitt tíðarskeið varð dentur lagdur á at styrkja ein ávísan bólk av diabetes-sjúklingum, og síðan varð virknaðurin máldur 13 ár seinni. Úrslitið var, at deyðiligheitin millum kvinnur minkaði við 25 prosentum, men einki broyttist hjá monnum viðvíkur, sigur hann.
Á nøkrum økjum kann tað vera positivt, at tú sum menniskja megnar at skumpa órógv í bakgrundina og ikki tekur sorgir sum forskot – soleiðis, sum nakrir menn hugsandi gera. Men, tá ræður um sjúku, er hetta sambært Svend Aage Madsen sjáldan ein skilagóð leið at ganga.
- At skumpa trupulleikar frá sær, er ein háttur at megna trupulleikarnar. Men, trupulleikarnir hjá monnum eru ofta, at teir enn ikki koma har til, at teir bíleggja sær tíð hjá læknanum. Tað er ofta konan, sum noyðist at gera tað fyri teir.
Hann leggur aftrat, at tá tað so ræður um almennar snarkanningar fyri eitt nú tarmkrabba, har fólk sjálvi skulu senda inn skarnroynd, er heilt galið hjá monnum. Tað verður skjótt alt ov trupult hjá teimum, og tí eru tað eisini nógv færri menn enn kvinnur, sum fáa hetta í lag.
Sálarfrøðingurin heldur, at tað kundi verið freistandi at givið monnum ein ordiligan ”vals” og biðið teir tikið seg saman, tí hvussu trupult kann tað vera at fara inn á netið og bíleggja sær tíð hjá lækna? Og hví ikki koma avstað so skjótt sum gjørligt, tá øll vita, at útlitini fyri lekidómi altíð eru betur, tá tú ikki bíðar ov leingi?
- Men, tað er neyvan gongda leiðin at ”píska” menninar avstað. Í staðin eigur heilsuverkið at fyrireika seg betur til at møta monnum, har teir eru. Vit skulu jú heysta tær fruktir fyrst, sum hanga niðast á trænum, og sjálvandi skulu vit hava menninar at broyta seg. Men, tað fer at taka langa tíð, og í meðan kunnu vit tað sama royna at skilja menninar og møta teimum, har teir eru, sigur sálarfrøðingurin og granskarin, Svend Aage Madsen.
Kelda: www.helse.dk