Trupult at fáa fylgjara

Landssjúkrahúsið noktaði einum krabbameinssjúkum manni fylgjara niður á Ríkissjúkrahúsið. Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevur biðið Landssjúkrahúsið viðgera málið av nýggjum

Summir sjúklingar, sum fara til Danmarkar at fáa viðgerð ella til kanningar ella til eftirlit, fáa fylgjara við sær, og aðrir fáa sýtt fylgjara. Avgerðin byggir á eina meting hjá yvirlæknanum.
Ein maður í 70-árunum við krabbameini var ónøgdur við, at Landssjúkrahúsið sýtti honum fylgjara, tá hann í juni í fjør fór niður á Ríkissjúkrahúsið til skanningar. Hann sá seg ikki føran fyri at ferðast einsamallur, gloymdi illa og helt tað vera torført at finna vegin fram, tá hann feraðist.
Landssjúkrahúsið helt ikki, at maðurin hevði fylgjara fyri neyðini. Ein grundgeving var, at maðurin javnan feraðist millum sína heimaoyggj og Landssjúkrahúsið til viðgerðar og kanningar.
Hesa grundgeving helt maðurin vera illa undirbygda og niðurgerandi. Sjálvsagt kundi hann fara einsamallur á Landssjúkrahúsið, men hann hevði trupult við at fara einsamallur til Danmarkar.

Illa lýst mál
Tí kærdi hann til kærunevndina í almanna- og heilsumálum.
Nevndin sigur í síni niðurstøðu, at er talan um demens ella aðra støðu, sum hevur við sær ringt minni, kann hetta hava við sær, at ein sjúklingur av heilsuávum ikki er førur fyri at ferðast einsamallur, og talan kann haraftrar vera um heilt serlig viðurskifti sambært leiðsreglunum vísandi til, at leiðreglurnar ikki eru úttømandi og vísandi til ásetingina um, at høgur aldur í ávísum førum kann geva grundarlag fyri at ávísa fylgjara.
- Viðmerkingin hjá Landssjúkrahúsinum um, at kærarin javnan ferðast millum sína heimoyggj og Tórshavn, lýsir ikki støðu kærarans. Málið er sum heild ógvuliga illa upplýst, og tað er tí ikki gjørligt at eftirkanna avgerðina hjá Landssjúkrahúsinum, sum hevur biðið Landssjúkrahúsið viðgera málið av nýggjum.