Í Degi & Viku fríggjakvøldið í helt Jógvan Páll Lassen, advokatur, at tað mátti verið keðiligt hjá Fólkaflokkinum at hava stríðst seg til at umsita fiskivinnumál - og so at hava ein landsstýrismann, sum í ávísum málum kann gerast ógegnigur.
- Avleiðingin av hesum verður, at tað verða aðrir flokkar, sum koma at taka yvir í fleiri stórum avgerðum á fiskivinnuøkinum, segði advokaturin
Málið í tveimum
Hann vísti í Degi & Viku á, at trupulleikin er í tveimum.
- Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er generelt ógegnigur í nógvum málum. Hin er, at Hanus Hansen kann rokna við ikki at fáa eina sakliga viðgerð í sínum dagliga yrki sum vinnulívsmaður.
- So, tað er báðar vegir, at trupulleikin kann vísa seg, segði advokaturin.
Jógvan Páll Lassen legði aftrat, at almenningurin kann hava ein mistanka um, at Hanus hevur fingið fyrimunir, sum hann als ikki hevur fingið.
- Í aðrar mátar kann tað eisini henda, at Hanus verður viðgjørdur serliga hart í mun til aðrar, og tað skal hann heldur ikki, segði advokaturin.
Stórir trupulleikar
Jógvan Páll Lassen metti, at Hanus Hansen kann fáa stórar trupulleikar av, at svágurin er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og tí segði hann seg ivast í, hvussu rætt tað er av Jákupi Mikkelsen at sita við júst hesum málsøki í landsstýrinum.