Felagsskapurin fyri rættvísi í ítrótti, ESSA, hevur í einari kanning avdúkað, at vandin fyri avtalaðum spæli er stórur í Evropa, og at tað serliga er í einari ítróttargrein, at nógvar illgrunasamar hendingar fara fram.
ESSA upplýsir, at tað í 2016 vórðu tilsamans 131 sakir tiknar upp frá dystum, ið vóru undir illgruna fyri at vera avtalað spæl. 103 av hesum vóru tennisdystir. Tað svarar til, at tríggjar út av fýra sakum vóru í tennis, nevniliga 78,6%.
Mangan hevur trupulleikin við avtalaðum spæli verið størstur í Asia og har um vegir, men kanningin vísir, at nógv illgrunasamt nú fyrigongur seg í Evropa. Meira enn ein helvt (71) av sakunum vóru í Evropa.
Tað eru serliga veddingarfyritøkur, ið melda tilburðir, tá ið tær á yvirlitinum kunnu síggja, at óvanliga høgar upphæddir verða settar á eitt lið ella ein spælara. Tað er tó ilt at prógva, og tað er sjáldan, at nakar verður skuldsettur.
Mike O’Kane, formaður í ESSA, sigur seg vænta, at felagsskapurin fær út at gera aftur í 2017, men at teir eru tilreiðar at fara til verka. Hann sigur seg eisini vóna, at eitt tættari samstarv verður knýtt til teir ymisku ítróttarmyndugleikarnar.