Fótbóltur
Breið semja er um, at rasisma er nakað, sum avgjørt ikki hoyrir heima á einum fótbóltsvølli. Tað er greiða felags niðurstøðan, sum formenninir í føroysku fótbóltsfeløgunum hava.
Hivnegin tykist tað vera sera misjavnt, í hvønn mun hesir meta, at talan er um ein ítøkiligan trupulleiki í føroyskum fótbólti. Í nógvum førum verður sagt, at hetta ikki er ein trupulleiki, sum tey ítøkiliga hava havt í felagnum, meðan boðini aðra staðni eru, at dømið við Alex Dos Santos, sum var í blaðnum í gjár, so langt ífrá er tað einasta av sínum slag.
Fair-Play skal veittra
Í kvøld fara formenninir at hava felags fund í FSF-húsinum. Tá málið varð tikið upp í gjár, staðfesti FSF-forsetin, at hetta eigur at takast upp alt fyri eitt, og í so máta hevur Óli Holm ikki ligið á boðunum. Skráin fyri fundin varð send formonnunum í gjárkvøldi, og tá fekst sjón fyri søgn, at hetta var eitt av punktunum, sum formliga eru sett á skrá.
Hvussu tann parturin verður viðgjørdur, ber sjálvandi ikki til at siga enn. Men tað er nærliggjandi, at høvið verður nýtt, nú talan eisini er um altjóða Fair-Play dag sunnudagin.
Aðra staðni hevur verið vanligt, at liðformenn hjá liðunum lesa upp boðskapin, sum FIFA hevur um Fair-Play og góðan ítróttasið, og tað kundi kanska verið ein háttur, sum soleiðis kundi markerað hugburðin hjá føroyskum fótbólti til hetta.
Spurningarnir, sum formenninir fingu, vóru tríggir í tali, og svørini til hesar framganga aðrastaðni á hesum síðum.