Trupulleikin má loysast beinanvegin

Tað krevst ein loysn alt fyri eitt

 

Skuldi eitt óhapp hent, hevur tað stóran alstóran týdning, at viðgerðin er nóg góð.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið.

 Felagið heitir nú á landsins myndugleikar um at loysa málið viðvíkjandi viðgerð í trýsttanganum hjá Vørn.

 

Viðgerðin í trýsttanganum er niðurløgd tí pengar mangla og sostatt er eingin viðgerð til taks, skuldi ein kavari fingið kavarasjúku.

Tí hevur Vørn noktað sínum starvsfólki at kava og samstundis hava vinnuligir kavarar eisini boðað frá, at teir fara ikki til arbeiðis fyrrenn trupulleikin er loystur.

 

Hetta er ein trupulleiki sum rakar alivinnuna serliga meint.

- Alivinnan nýtir dagliga tænastur frá kavarum, og tí hevur tað alstóran týdning, at tilbúgvingin á landi virkar, tá tørvur er á tí, sigur Havbúnaðarfelagið nú í eini almennari áheitan á politiska myndugleikann

 

Kaving hevur stóran týdning fyri alivinnuna í Føroyum, ið dagliga nýtir kavarar til at a hava eftirlit við útgerðini í sjónum og til at umvæla hana, tá ið tørvur er á tí.

Kavarar verða eisini brúktir til onnur arbeiði , tá ið fiskur verður tikin og handfarin.

 

- Tí hevur tað alstóran týdning, at tilbúgvingin at viðgera kavarasjúku er nøktandi, tá eitt óhapp hendir.

At viðgera kavarasjúku er ein tænasta, tað almenna hevur veitt í nógv ár, og hetta eigur at halda fram, heldur Havbúnaðarfelagið.

- Hvussu málið skal loysast, eiga avvarðandi myndugleikar í felag at finna fram til.


Havbúnaðarfelagið skilir avgerðina hjá kavarunum um at steðga virkseminum, hóast hetta fer at órógva virksemið hjá alivinnuni.

- Tí krevst ein loysn á málinum beinanvegin.

Nevndin í Føroya Havbúnaðarfelag heitir tí staðiliga á avvarðandi myndugleikar um at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast, so at kavarar trygt kunnu halda fram við sínum virksemi.

 
Limir í Føroya Havbúnaðarfelag eru Bakkafrost, Faroe Farming, Luna og Marine Harvest Faroes