Trupulleiki við internetinum

Fríggjadagin hava fleiri internet brúkarar trupulleikar við at koma á netið. Brekið komst av trupulleikum við útgerðini.

Trupulleikar vóru ymsa staðni í landinum, til dømis í Hvalba, Sørvági, Leirvík, Kunoy og við Gjógv.
Frá FT Net siga tey, at í teimum flestu støðunum virkaði netið aftur seint seinnapartin fríggjadagin og í Suðuroy virkaði tað aftur fríggjakvøldið, tá útgerðin til at rætta brekið var komin suður við Smyrli.
Einasta stað har internetið ikki kom aftur í rættlag í vikuskiftinum var í Sørvági, men har er brekið rættað mánamorgunin.