Eftir at flestu byrjanartrupulleikarnir við Krúnborg vóru umvældir, væntaði Ejler Jacobsen, reiðari, at skipið kundi fara til fiskiskap seint fríggjakvøldið. Men so varð ikki. Trupulleikarnir við Krúnborg halda fram, og væntast kann ikki, at skipið fer til fiskiskap fyrr enn í fyrsta lagi mikudagin.
Tvær pumpur á gervinum til høvuðsmotorin eru farnar. Fyri at umvæla hendan trupulleika var neyðugt at fáa ein tøkning úr Finnlandi, og skuldi hesin koma til landið í gjár.
Ejler Jacobsen sigur, at tað tekur tíð at umvæla brekið, og tískil væntar hann, at Krúnborg í fyrsta lagi verður klár mikudagin. Men hann leggur dent á, at hetta sjálvsagt krevur, at finski tøkningurin hevur neyðugu eykalutirnar við sær frá verksmiðjuni, ið hevur bygt mortorin.
Fiskiskapurin hjá nótaskipunum er góður í løtuni. Fyrradagin fekk eitt norskt skip 4 tons. Tí er Ejler Jacobsen ógvuliga harmur um, at dýra og væl útgjørda skip hansara skal liggja við bryggju og gnadda gummi.
? Eg haldi, at tey á norsku skipasmiðjuni áttu at verið eins ella meira gramm at hugt eftir feilum við nýggju Krúnborg, sum tey vóru við gomlu, sigur ein argur Ejler Jacobsen.
Men hóast Krúnborg gjørdist dýrari enn ætlað, tí skipasmiðjan ikki vildi lata eins nógv fyri gomlu Krúnborg, sum avtalað, tí hon hevði ávís brek, ætlar Ejler Jacobsen sær ikki at krevja endurgjald fyri nógvu trupulleikarnar við nýggju Krúnborg. Tað tímir hann ikki at fara at fjasast við.
Góðar tvær vikur eru síðani Krúnborg fyrstu ferð kom til landið.