Trupulleikar við navnaservara

– Vit hava skift út internetkjarnuna á Føroya Tele, og í tí sambandinum hava vit trupulleikar við at fáa fatur á einum navnaservara.

– Vit hava skift út internetkjarnuna á Føroya Tele, og í tí sambandinum hava vit trupulleikar við at fáa fatur á einum navnaservara.

 

Tað sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.

 

Tíðliga í morgin mistu fólk kring landið internetambandið, men Kristian Davidsen væntar, at netið fæst at virka aftur um eina lítla løtu.

 

– Okkara bestu fólk arbeiða við málinum saman við bestu fólkunum hjá okkara veitarum í Danmark, sigur Kristian Davidsen.