Kundar, ið brúka MasterCard Debit gjaldskortunum í dag, kunnu hava trupulleikar við at taka pening úr sjálvtøkunum, rinda í handlum og á netinum. Tað upplýsa bæði Eik Banki og Bank Nordik á teirra heimasíðum.
Báðir bankar skriva á teirra heimasíðum, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.
Tað eru SDC og Nets, ið umsita skipanina, og sum nú arbeiða við málinum.