Trupulleikar við gjaldføri tarna fiskavirkjum

Gongdin hjá fiskavirkjunum er misjøvn, men samanlagt geva tey hall.

Grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt eina roknskapargreining yvir sjey feløg, sum reka fiskavirkir. Greiningin byggir á almennar roknskapir árini 2008 til 2012, umframt á eykaupplýsingar frá teimum feløgum, sum eru við í greiningini.

 

Luttakandi virkini eru Kósin í Klaksvík, Faroe Origin í Saltangará, TG Seafood í Hvalba, Vaðhorn á Strondum, Delta Seafood á Tvøroyri, Fiskavirkið í Gøtu og Sandoy Seafood.

 

Í viðheftu talvu sæst, hvussu stóran part av ráfiskanøgdini hvørt virki sær hevur fingið í undanfarna ári (2012).

 

- Vit kunnu staðfesta, at raksturin hjá virkjunum samanlagt hevur givið hall øll árini, undantikið í 2011, men annars hava úrslitini verið skiftandi árini 2008 til 2012.

 

Greiningar, sum grannskoðaravirkið Januar hevur gjørt undanfarin ár vísa, at árini 1996 og 1997 vóru vánalig. Síðan komu fýra góð ár (1998 til 2002).

 

- Árini 2007 og 2008 royndust serstakliga illa, og hallið hesi bæði árini gjørdist ávikavist 104 og 59 miljónir krónur. Í 2009 var samanlagda hallið 9 miljónir - og í 2010 var tað 37 miljónir krónur.

 

Lagt verður aftrat, at skiparakstur tyngdi virkini nógv árini 2007 til 2010. Tá sæð verður burtur frá skiparakstrinum, høvdi virkini í 2009 samanlagt givið avlop.

 

- Gjaldføristrupulleikar hava tarnað rakstrinum hjá summum virkjum. Trupulleikarnir eru íkomnir av stórum hallum og stórum íløgum og hava virkini dúvað upp á vælvilja hjá fíggingarstovnum.

 

Grannskoðaravirkið Januar vísir á, at gongdin hjá ymisku virkjunum hevur verið misjøvn, men at virkini í 2012 aftur høvdu eitt samanlagt hall á slakar 2,5 miljónir krónur.

 

in.fo kann leggja aftrat, at nevndu sjey feløg, sum eru við í greiningini, umboða 69,2% av fiskaframleiðsluni í Føroyum í 2012.