Trupulleikar við Windows Vista

Innan alt ov langa tíð verður roknað við, at Windows kemur á marknaðin við nýggju stýriskipan sínari, Vista. Hendan skal loysa Windows XP av, men tað verður ikki trupulleikar, skilst. Longu nú tykist greitt, at fleiri av gomlu telduskipanunum fáa trupulleikar at koyra í nýggju skipanini. Í nøkrum førum kann trupulleikin helst loysast við uppgraderingum av ritbúnaði, men tað vil so vera upp til einstaka framleiðaran at tillaga hesar. Og tað er jú ikki altíð, at framleiðarin framvegis finst á marknaðinum.