Trupulleikar við borinum í Ålesund

Sløkkiliðsleiðarin í Ålesund, Geir Thorsen upplýsir, at teir eru nú komnir væl áleiðis við kjarnuboringini, men at teir nú eru komnir í trupulleikar Ætlanin við kjarnuboringini er at kanna, hvørjum standi propantangin er í. Roynt verður at bora eitt hol við einum 60 cm diametur, so serfrøðingarnir kunnu kanna propantangan.

- Tann størsti trupulleikin er at fáa nóg stóra mongd av vatni til høldar, fyri at kunna køla borin niður. Vit hava nú steðgað boringini fyri fyrst, sigur Geir Thorsen, sløkkiliðsleiðari.

Bjargingarliðið og serfrøðingarnir hava fund um støðuna nú.

- Um vatnkølingin ikki eydnast, so mugu vit fáa fatur í einum øðrum bori, sigur Geir Thorsen.