Vikuskiftið 26. til 28. januar verður hotellið í Vágum karmur um eitt skeið sum er ætlað hjúnum.
Á skeiðnum verður undirvíst í mongum ymiskum evnum, sum hava við samlívið millum mann og konu at gera.
Skeiðið verður skipað við fyrilestrum, bólkaarbeiði og práti millum luttakararnar og skeiðleiðaran, Eivind Frøen úr Noregi.
- Hann hevur í fleiri ár undirvíst í slíkum evnum. Sigast má, at hann dugir sera væl, staðfestir Jóni.
Á skeiðnum er pláss fyri í mesta lagi 24 pørum. Í fjør var skeiðið fultteknað við bæði yngri og eldri hjúnum.
- Okkurt árið vóru 35 pør á leguni, men nú hava vit avmarkað okkum til 24 pør, sigur fyrireikarin.
Steðga á
Hjúnarlegan í Vágum byrjar fríggjakvøldið 26. januar, tá allir luttakararnir savnast saman við skeiðleiðaranum, Eivindi Frøen.
Nógv kenna Eivind Frøen frá óteljandi vitjanum her á landi sum talari á møtum.
- Men tað eru eisini mong hjún sum hava verið sera fegin um ta undirvísingina, hann hevur givið á hesum hjúnalegunum, sigur Jóni.
Í upplegginum til leguna verður staðfest, at neyðugt er hjá hjúnum at skilja hvørt annað betri. Hóast hjúnabandið er gott, koma altíð trupulleikar sum mugu og skulu loysast.
Fyri at geva ungum sum eldri hjúnum nøkur amboð at arbeiða víðari við, verður henda legan fyriskipað.
- Her fáa hjúnini, mitt í eini stressaðari tíð, møguleika at steðga á og geva sær tíð til hvørt annað.
- Sjálvt um fólk ikki hava trupulleikar at dragast við, kunnu tey kortini koma við fyri at styrkja og upplíva hvørt annað, sigur hann.