GREINING: Tíðin gongur skjótt til Løgtingið fer heim í summarfrí, men enn er uppskotið um eina fiskivinnunýskipan ikki lagt fyri tingið.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur havt eitt upplegg um nýskipan til hoyringar, men sjálvt uppskotið, sum tingið skal taka støðu til, er enn ikki enddaliga orðað.
Fleiri orsøkir eru til tess. Fyrst og fremst eru mong hoyringsskriv komin inn, har feløg og áhugabólkar siga, hvat tey halda um um uppleggið, men tað stendur eisini eftir at finna eina endaliga semju í samgonguni um, hvussu uppskotið skal orðast.
Samgonguleiðararnir siga, at semja er um millum flokkarnar, hvat skal gerast, men tað er heldur ongin loyna, at øll hava ikki sama áralag, tá ið komið verður niður í smálutirnar í uppskotinum. Tingfólk kring landið noyðast at taka atlit til, hvat vinnan og fólk annars halda um ymisku ásetinganar í nýskipanini og tað ger, at fleiri smálutir enn eru eftir at fáa uppá pláss.
3. páskadag fer øll samgongan til Suðuroyar, har tey skulu royna at fáa semj um tað, sum enn er eftir at fáa uppá pláss. Landsstýrismaðurin hevur fleiri ferðir sagt, at hann er sinnaður at gera broytingar, men ikki broytingar, so endamálið við nýskipanini fer úr eygsjón.
Hvat tað ítøkiligt vil siga er torført at at meta um, men minnast skal til, at eitt av endamálunum hjá hesi samgonguni er at býta virðini í samfelagnum øðrvísi enn gjørt hevur verið higartil. Tað er politiska endamálið við nýskipanini og ásannast má eisini, at skal politikkur rekast, so slepst ikki undan júst hesum spurningi.
Sambandsflokkurin er heldur ikki komin við sínum uppskoti enn, men tað verður arbeitt við tí. Havast skal í huga, at tá ið andstøðuflokkar gera lógaruppskot, so mugu tey sjálvi syrgja fyri øllum tí fakliga og praktiska. Tá er almenna fyrisitingin ikki ein viðspælari.
Í løtuni bendir nógv á, at annaðhvørt fer tingið at arbeiða longri út á summarið enn vanligt - ella at uppskotið ikki kemuril endaliga viðgerð fyrr enn eftir ólavsøku.
Spurningurin um eina breiða semju tykist vera lagdur á hillina. Nú verður tað samgongan, sum kemur við egnari nýskipan - møguliga við hjálp frá øðrum av teimum smærru flokkunum í andstøðuni.