Hóast Angu Motzfeldt er ein sera dugnaligur sangari og sangskrivari, so fór luftin eitt sindur úr tiltakinum, tá hann við kassagittara skuldi fylla stóra AME pallin. Tað tyktist sera undarligt at seta, Angu Motzfeldt ein fittan sangari og sangskrivara við kassagittar, at spæla aftan á stóru ljóðmyndina hjá Gestir.
Løgini hjá Angu vóru góð og sera fitt. Angu hevur ein sorgblíðan tóna í sínum fólkakendu løgum og tað er ikki uttan orsøk, at hann verður kallaður grønlendska útgávan av Teiti Men tað var eitt sindur trupult hjá Angu at fanga teir fáu áhoyrarnar, ið vóru har.
Men staðfestast kann, at Angu er ein framúrskarandi sangari.. Tað tyktist synd í honum, har hann stóð á stóra pallinum, púra einsamallur og eingin ivi er um, at Angu hevði riggað betur á eini minni og meira intimari konsert.