Trupul børn

Í Sosialinum 12.okt. skrivar Hans Eli Dahl, settur stjóri á Sernámsdeplinum, um atferðartrupul børn.

 

Marjun av Steinum

Hvalvík, 24.10.01

??????????????????



Dagin fyri bar Útvarpið tíðindir um, at trupul børn fáa ikki stuðul, vegna ov lága játtan á fíggjarætlanini.

Trupul børn, atferðar trupul børn, hvørji eru tey, hvussu blíva tey eyðmerkt undir hesum, og hvat er tað, sum skal til, fyri at eitt barn kann koma undir hetta heiti. Eg meini, at tað hevði verið lættari fyri barnið og foreldrini, um vit heldur siga: børn við atferðartrupulleikum, tað gevur pláss fyri so nógvum ørðum sterkum síðum, sum barnið sjálvsagt eisini hevur. Á sama hátt,sum Doris Hansen greiddi frá, nú tey hildu 20 ára føðingardag fyri MBF, vit siga ikki brekaði børn, men børn sum hava brek, tí tey hava eisini so nógvar aðrar eginleikar.

Møguliga er tað soleiðis, at hetta bert er blivin ein máti at tosa uppá, uttan at hugsa meira yvir, hvat liggur í orðinum. Og tí kundi tað verið gott, at Sernámsdepulin kom við eini frágreiðing um, hvussu tit síggja barnið og hvørjar visiónir hevur depilin fyri framtíðina hjá børnunum/ foreldrunum.Og hvat heldur depilin um tankan at síggja barnið og foreldrini sum eina heild. Børnini kunnu vera berarar av teimum trupulleikum, sum familjan stríðist við. T.d. kann barnið blíva hyperaktivt, inaktivt ella hava innlæringartrupuleikar o.s.v. Sagt við ørðum orðum, reagerar barnið uppá nøkur viðurskiftir, sum eru strævin at liva við. Her má tað verða ein fyrimunur saman við foreldrunum at finna útav, hvussu trupulleikin kann loysast, so barnið merkir, at tey vaksnu taka ábyrgd. Tað er altíð ivingarsamt, tá tað verður væntað av barninum, at tað skal broyta seg.

Barnaøkið má vera høgt prioriterað, og tað eigur ikki at bera til beinleiðis at rokna við, at fleiri børn, sum hava hjálp fyri neyðini, skulu bíða til fánítis.Tískil hevði tað verið skilagott at hugt uppá hvørjir aðrir møguleikar eru, og um ætlanin, sum ein nevnd við Tóru Tóroddsdóttir m.a., er verd at royna? Børnini í dag koma at vera framtíðar mammur og pápar og tí eiga vit at geva teimum størri ans.