Trupli tannáringurin

Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi
-----


Í Føroyum eru tríggjar útvarpsrásir. Almenna Kringvarp Føroya umframt privatu Rás2 og Lindin. Almenna Kringvarp Føroya er tað stóra kringvarpið, fíggjað av almenninginum sambært lóg. Tí er tað ikki sørt undrunarvert, at tá ein nú um kvøldarnar tendrar fyri lurtitólið, er deytt - steindeytt - hjá almenna kringvarpinum, meðan tey bæði smáu útvarpsfeløgini hava orku til at senda munandi fleiri tímar.

Nógv hevur verið tosað og skrivað um Kringvarp Føroya, nú hesin almenni stovnur, sum setur stóran dám á dagligdegin hjá flestu føroyingum, er komin í fíggjarligt óføri. At stovnurin er komin í fíggjarligt óføri eigur tó ikki at koma óvart á, tí sum ført hevur verið fram, í eini røð av fjølmiðlum, so hevur Kringvarp Føroya ikki havt avlop av rakstrinum, síðani Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya í 2006 vóru løgd saman í núverandi Kringvarp Føroya. Gamaní hevur verið spart og kringvarpsstýrið hevur tikið fulla ábyrgd av støðuni, sum er íkomin. Hinvegin er stóri spurningurin, hví tað kundi koma so langt.

Kringsvarpsstýrið hevur ført fram, at tey hava hugt í bakkspegilin, men at tey ikki duga at síggja, at nakað kundi verið gjørt øðrvísi. Hetta minnir ikki sørt um aðrar, sum m.a. hava ført fram, at strategiin varð fylgd til punkt og prikka, men skipið sakk, ella at skurðviðgerðin gekk væl, men sjúklingurin doyði. Okkurt hevur verið galið. Okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Í Norra siga tey nakað soleiðis: "Um ein villist í fjøllunum, av tí at kortið ikki samsvarar við fjøllini, er tað ikki fjøllunum, tað er galið við..."

Eingin nevnd í privatum felagið hevði sloppið at sitið í 6-7 ár og bert fylgt nevyt við, hvussu eginognin spakuliga hvarv orsakað av áhaldandi halli á rakstrinum, uttan at gjørt nakað munadygt. Úrslitið er tann sorgarleikur, sum vit nú eru vitni til. Stóri taparin er lurtarin, sum er álagdur at rinda nógv fyri lítið, og ikki minst starvsfólkini, sum nú verða væl harðari rakt, enn um kringvarpsstýrið í tøkum tíma veruliga hevði tikið sær av fíggjarliga veruleikanum.

Aftrat hesum tíggjar kringvarpið sær sum ein trupul tannáringur. Um vit ikki fáa teir pengarnar sum okkum tørvar, so tíma vit einki. Vit sløkkja fyri sendaran og tíma heldur ikki at gera eina roynd at fáa sum frægast burtur úr. Er hetta kanska eitt óbeinleiðis mótmæli móti teimum almennu sparingum, sum í løtuni verða framdar kring alt landið?

Eitt hvørt annað virkið hevði megnað at tillagað seg til ein nýggjan veruleika, ið merkir eina inntøkulækking á umleið 10%, uttan soleiðis, meir ella minni, at kasta handklæðið í ringin. Og hvør virkisleiðari hevði ikki verið ovurfegin um, at kunna byrja eitt fíggjarár við at vita, at tær fyrstu umleið 60 milliónirnar longu vóru komnar í kassan? Er veruleikin ikki bara tann, at Kringvarp Føroya ikki hevur fylgt við tíðini, hevur manglað tey skapandi evnini til endurnýggjan og er vorið júst sum ein trupul tannáringur?

Tað ringasta í øllum hesum er helst eisini, at kringvarpið, við sínum lýsingarpolitikki, nærum hevur togað fleiri av privatu miðlunum niður í fíggjarliga dýkið við sær. Hetta hava fleiri av teimum privatu miðlunum ført fram, óheftir hvør av øðrum. Tí má tann rætta loysnin finnast viðvíkjandi kringvarpinum, tí annars er vandi fyri, at alt triðja statsvaldið fer fyri skeyti, og tað hevði verið ein sonn vannlagna fyri Føroyar.