Truplastu samráðingarnar í 25 ár

Tað verður ikki lætt hjá Helle Thorning-Schmidt at skipa stjórn, tí teir fýra flokkarnir aftan fyri ta ætlaðu stjórnina eru ósamdir um fleiri viðurskifti. Í so máta víkja samráðingarnar hesaferð frá øðrum samgongusamráðingum tey seinastu nógvu árini, og tí ber til at siga, at hesar samgongusamráðingarnar eru tær truplastu í Danmark tey seinastu 20 - 25 árini.

Tað sigur politiski viðmerkjarin Hans Engell við B.T. Sum eitt lítið dømi nevnir hann, at Eindarlistin vil leggja eykaskatt á tey, sum forvinna meiri enn eina hálva millión krónur um árið, SF og Sosialdemokratarnir vilja hava meiri skatt frá teimum, sum tjena oman fyri eina millión, men tey radikalu eru ímóti báðum.

Hans Engell sigur, at Sosialdemokratarnir og SF hava leingi verið samdir um ymisk mál, men at trupulleikin er, at tey radikalu og Eindarlistin eru ikki samdir við hinum báðum. Hann heldur tað eisini vera løgið, at flokkarnir ikki hava tosað meiri saman undan valinum, tí meiningakanningar hava leingi víst, at teir stóðu til at vinna.

Fólkatingið kemur saman fyrsta týsdag í oktober, og Hans Engell heldur, at samráðingartíðin hjá Helle Thorning-Schmidt er í ferð við at renna út.

-Kemur einki úrslit miðskeiðis í næstu viku, sær tað torført út, og hendir einki annað vikuskiftið, er støðan hættislig, sigur Hans Engell við B.T. í dag.