Truplasta uppgáva nakrantíð

- Hetta er helst truplasta uppgávan, sum føroyska landsliðið nakran tíð hevur staðið fyri. Eg veit væl, at vit vóru her í Fraklandi fyri einum ári síðani, men fortreytirnar hjá okkum eru munandi verri í dag, enn tær vóru tá, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjarin. Tað verða ikki tær stóru broytingarnar á liðnum til dystin í annaðkvøld

(Belfort, Frakland): Landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at uppgávan er stór, nú fronsku varaheimsmeistararnir taka móti Føroyum.
- Hetta er helst truplasta uppgávan, sum føroyska landsliðið nakran tíð hevur staðið fyri. Eg veit væl, at vit vóru her í Fraklandi fyri einum ári síðani, men fortreytirnar hjá okkum eru munandi verri í dag, enn tær vóru tá. Vit hava nógv færri spælarar við royndum frá altjóða dystum. Júst tær royndirnar eru so sera nógv verdar í hesum dystunum, og tí er uppgávan  upp á seg  størri hesaferð, sigur Jógvan Martin Olsen.
 
Ongar broyttingar
Ein av spurningunum er altíð, hvussu føroyska liðið verður sett saman, men hesa ferðina er neyvan tann heilt stóri ivin um, hvussu uppstillingin verður.
- Tað er eingin loyna, at eg var væl nøgdur um avrikið leygardagin. Og tí vildi tað verið løgið, um eg nú skuldi framt tær heilt stóru broytingarnar. Í løtuni er Pauli G. Hansen einasti spælarin, sum er eitt sindur ivasamur. Men verður hann tøkur, verður talan í mesta lagi um onkrar lítlar justeringar hjá okkum.
 
Verjukent upplegg
Og uppleggið verður væl saktans tað sama, sum vit kenna so væl frá føroyska liðnum?
- Tað verður tað. Kanska eisini meira verjukent, enn tað plagar at vera, tí tað er eingin ivi um, at vit koma undir eitt veldugt trýst frá fyrsta bríksli. Eftir ósigurin í Skotlandi eru fraklendingar eisini eyka trýstir, og tað vilja teir hava, at vit skulu revsast fyri.
- Eg vil siga tað so, at sannlíkindini fyri at tapa eru rættiliga stór. Og eisini fyri at vit skulu tapa stórt. Tí haldi eg, at hvør einasti minuttur, sum gongur uttan eitt franskt mál, er ein motivatión fyri okkara spælarar. Og eg vóni, at teir ikki ræðast uppgávuna, men velja at taka hetta sum eina velduga uppliving, har teir so vilja gera sítt alllarbesta.