Patrice Evra, sum er verjuspælari í enska meistarafelagnum Manchester United, sigur, tað er blivið alt harðari at vinna ensku fótbóltskappingina. Tað sigur hann, eftir at United um vikuskiftið tapti 3-1 fyri Everton.
- Vit høvdu eina kenslu av, at megnaðu vit at vinna á útivølli ímóti Everton, so kundu vit eisini vunnið meistaraheitið. Men tað er truplari, enn vit høvdu roknað við, sigur Evra.










