Við at brúka ávísar DNS-adressur ístaðin fyri hana, sum sjónvarpið ella teldan sjálvvirkandi velja, ber til at sleppa inn á amerikonsku útgávuna av Netflix, har útboðið av filmum og sjónvarpsrøðum er munandi størri, enn tað er á donsku útgávuni.
Nú verður frá fleiri síðum gitt, at Netflix er í ferð við at broyta skipanina, soleiðis at tað bert eru tey, sum búgva í USA, sum kunnu síggja amerikonsku útgávuna av Netflix.
Hetta verður gjørt eftir øktum trýsti frá stóru filmsframleiðarunum, sum fyri sín part vilja sleppa at stýra, hvar rættindinini til ymsu filmarnar og sendirøðirnar eru keypt.









