Trupla samrøðan – eitt sindur lættari

Tess longri tú bíðar við truplu samrøðuni, tess truplari verður hon. Tí skalt tú heldur taka hana í dag enn í morgin - men umstøðurnar skulu vera í lagi, sigur Bergtóra H. Joensen, løgtingskvinna og HR-mennari

Vit kunnu ímynda okkum støðuna, har ein persónur drekkur ov illa, luktar, ikki ger sínar skyldur, er óreiðiligur ella skal sigast úr starvi.

Summar samrøður eru so truplar, at vit blíva við at útseta tær. Hetta er bæði galdandi í privatlívinum, millum vinfólk, viðskiftafólk og á arbeiðsmarknaðinum.

Í øllum førum er tað galdandi, at samrøðan skal takast, áðrenn hon nær at blíva ein óloysiligur knútur ella ein konflikt. Og so skulu karmarnir fyri samrøðuna verða í lagi. Hetta var boðskapurin hjá Bergtóru Høgnadóttir Joensen, tingkvinnu og HR-mennara, á ársins leiðaradegi á Hotel Føroyum fríggjadagin.

Av tí, at áhoyrararnir vóru leiðarar, var hetta eisini málbólkurin í framløguni hjá Bergtóru H. Joensen.

Men í prinsippinum kunnu øll læra av hesum, tí vit koma øll í støður, har vit hava lindi til at útseta eina trupla samrøðu. Til dømis í hjúnalagnum, sum lærarar, sum familjulimir, vinfólk ella leiðarar.


Ikki lætt, men lættari

Heitið á framløguni var: “Trupla samrøðan upp á tann lætta mátan”.

- Eg var ikki so nøgd við yvirskriftina. Tí tað ber ikki til at hava truplu samrøðuna upp á tann lætta mátan. Men tað ber til at gera tað lættari hjá báðum pørtum, um umstøðurnar eru í lagi, og tá tú hevur roynt tað nakrar ferðir, sigur hon við Sosialin.

Men hvat er tað, sum eyðkennir truplu samrøðuna? spyrja vit Bergtóru H. Joensen.

- Tað er samrøðan, sum vit helst vilja útseta, tí vit vóna, at trupulleikin fer at laga seg. Hetta kemst av, at vit ræðast avleiðingarnar. Til dømis um viðkomandi, ella vit sjálvi, verða kedd ella óð, ella tí tit kennast privat, eru í familju ella ikki vilja sneyta í privatlívinum hjá fólki, greiðir Bergtóra H. Joensen frá.

Hon leggur stóran dent á, at hetta er ein púra greið avbjóðing hjá nútímans leiðarum: at taka um rótina á trupulleikum í góðari tíð, og heldur taka eina samrøðu ov nógv, enn eina ov lítið. Eisini fyri at fyribyrgja misskiljingar og óneyðugar konfliktir.


Greitt endamál

Karmarnir hava nógv at siga, tá vit biðja fólk um at koma til eina álvarsliga samrøðu, har vit skulu siga nøkur ting, sum kunnu misskiljast.

Í fyrsta umfari skal leiðarin gera sær púra greitt, hvat endamálið við samrøðuni er. Er talan um eina ávaring, at finna eina loysn á einum trupulleika, ella at siga einum starvsfólki úr starvi.

Í øllum førum eigur viðkomandi, sum verður boðin til samrøðu at fáa boð um, at talan er um eina álvarsliga samrøðu, og at hann ella hon er vælkomin at taka onkran við, til dømis eitt álitisfólk.

Leiðarin skal vera væl fyrireikaður til samrøðuna. Her ber til dømis til at visualisera, hvussu samrøðan helst fer at vera. Spyr teg sjálva/n: Hvat ætli eg at spyrja um? Hvussu kann eg rokna við, at viðkomandi reagerar? Hvussu kundi eg hugsað mær, at tað bleiv sagt við meg? Hvat er tað ringasta, sum kann henda?


Uppsøgnin

Um orsøkin til eina uppsøgn er eitthvørt, sum viðkomandi kundi bøtt um, til dømis rúsdrekkamisnýtsla, vánalig arbeiðsavrik ella atburður, so eigur viðkomandi at hava fingið eina ella tvær ávaringar, áðrenn farið verður til uppsøgn.

- Hóast tað altíð er ein stórur smeitur at verða sagdur úr starvi, koma fólk yvir tað við tíðini. Men, er mátin óheppin, so minnast tey tað restina av lívinum, sigur Bergtóra H. Joensen.

Tí skulu karmarnir ikki leggja upp til hugna ella smalltalk, eins og við øðrum truplum samrøðum, tí tað er at lumpa fólk. Eisini skal samrøðan sjálvandi fara fram fyrst í vikuni, og ikki beint upp undir vikuskifti ella feriu.

- Tá tú skalt siga fólki úr starvi, snýr tað seg um at fáa tað sagt. Og síðani at tryggja tær, at viðkomandi hevur skilt boðini. Síðani skalt tú verða fyrireikað/ur upp á, at fólk reagera ymiskt, og at tað er í lagi. Summi verða óð, onnur kedd, meðan onnur kanska siga púrt onki. Her eigur leiðaranum at lata fólk reagera, uttan sjálv/ur at fara í verjustøðu, gráta ella at blíva óð/ur, sigur Bergtóra H. Joensen.

Hon leggur afturat, at fólk hoyra ofta onki, tá tey hava skilt, at tey eru uppsøgd. Tí skal leiðarin verða til reiðar at práta við viðkomandi aftur, til dømis dagin eftir, har pláss er fyri spurningum, og at fáa tað praktiska upp á pláss.


Finna loysnir í felag

Hitt slagið av truplum samrøðum, sum Bergtóra H. Joensen vísir til, eru tær, har endamálið er at loysa upp fyri og at finna loysnir á trupulleikum. Her eru eisini nøkur praktisk viðurskifti, sum ein eigur at minnast.

Til dømis, at tú tryggjar tær, at tit verða ikki avbrotin, hvørki av fólki, telefonum ella mailum, sum poppa inn á telduna.

- Fyrst og fremst skulu tit hava góða tíð. Og so skalt tú vera nærverandi, opin, lurtandi og hava eygnasamband. Set opnar, gjarna hv.. spurningar, og lurta væl eftir svarinum. Ofta koma fólk sjálvi við einari loysn, og tað er altíð betri, enn at onnur áleggja teimum eitthvørt. Her eru pausurnar gull verdar, tí har koma ofta tey avgerandi úttalilsini, greiðir Bergtóra H. Joensen frá.


Mennandi ósemjur

Har menniskju eru, eru eisini ósemjur. Verða tær tiknar í góðari tíð og í rætta andanum, eru tær mennandi, men tær kunnu eisini skjótt blíva drepandi fyri umhvørvi, til dømis á einum arbeiðsplássi.

Men tað kundi til dømis eisini verið í einari familju, millum vinfólk ella í einum grannalagi.

- Eru allir partar til reiðar at finna eina loysn, og vanir við at sleppa til orðanna, koma vit ikki út, har vit ikki grynna. Tí er umráðandi, at vit siga okkara meiningar beinleiðis, og gera okkara tørv púra greiðan, uttan at lasta okkum sjálvi ella onnur, sigur Bergtóra H. Joensen.

Her vísir hon á tvær óhepnar typur, sum hava ilt við at siga til og frá, og sum tí eru í vanda fyri at blíva offur.

- Vit kenna øll Doris Duramáttu, sum altíð lagar seg til onnur og ongantíð sigur frá. Og so hesi, sum ongantíð koma til sakina, tí tey balla alt inn, so boðskapurin hvørvur. Hetta er alt annað enn gevandi fyri eitt samstarv, har øll skulu trívast.


Pluss gevur pláss fyri minus

Hetta við trivnaði er eitt sum gongur aftur í prátinum við Bergtóru H. Joensen. Í hennara hugaheimi er tað ein sjálvfylgja, at arbeiðspláss hava ein greiðan og implementeraðan starvsfólkapolitikk.

- Trupla samrøðan verður nógv lættari, um gerandisdagurin er eyðkendur av opinleika, góðum anda, venjing, sparring og uppbyggjandi feed back. Tá hevur tú longu so nógv pluss á kontoini, at tað er eisini er pláss fyri minus. Og so skulu vit ikki gloyma at rósa hvørjum øðrum, tá tað er natúrligt. Sum høvundin Oddfríður M. Rasmussen einaferð segði: Besta kenningin er viðurkenningin. Hetta skulu vit eisini hava í huga, tá vit hava við starvsfólk at gera.

Boðskapurin hjá HR-mennaranum er greiður: Vit skulu heldur taka truplu samrøðuna í dag enn í morgin, og tá tú hevur roynt tað nakrar ferðir, verður tað nógv lættari.

- Men tað krevur, at tú veruliga hevur eitt ynski um, at fólk skulu trívast, og at tú ikki ræðast ósemjurnar. Tí er tað viðhvørt neyðugt at taka um sjálva rótina, fyri at finna eina loysn. Og sjálvandi áðrenn talan verður um irritatiónir ella beinleiðis uppsøgn.


-- 



--



Góðir spurningar

Hvat hugsar tú um tað, eg havi sagt?

Sig mær eitt sindur meir um ...

Hvørjum hevur tú tørv á?

Hvørjar eru tínar upplivingar?

Hvat meinar tú, tá tú sigur ... ?