Trump vunnið tveir statir – Hillary ein

CNN hevur nú kunngjørt forsøgnina fyri tríggjar teir fyrstu statirnar í amerikanska forsetavalinum, og úrslitið eru júst sum væntað.


Tað er Donald Trump, ið hevur lagt seg á odda, tí sambært forsøgnini hjá CNN vinnur hann Indiana, ellivu valumboð, og Kentucky, átta valumboð, meðan Hillary Clinton vinnur Vermont, ið hevur trý valumboð.


Harvið liggur Donald Trump á odda í løtuni við sínum nítjan valumboðum, meðan Hillary Clinton hevur trý valumboð.


Tað var tó væntað, at valevnini fóru at vinna hesar statirnar, og enn er langt á mál hjá báðum tveimum til tey 270 valumboðini, ið eru neyðug fyri at vinna forsetavalið.