Trump vil útskriva ógvusligar hjálparpakka sum skjótast

Um ikki tann sveimandi upphæddin er nóg mikið, so ætlar Trump at biða um fleir pengar, sigur hann.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at skriva undir sveimandi stóran hjálparpakkan til amerikonsk virki og fólk sum skjótast.

Tað sigur hann á tíðindafundi um koronavirus seint í kvøld.

Hjálparpakkin, sum vænandi verður einar 2.000 milliardir dollarar stórur, skal bøta búskaparliga skaðan av útbrotinum av koronavirus í USA.

Amerikanskir politikarar í Senatinum hava samráðst um síðstu smálutirnar í hjálparpakkanum, sum síðani er sendur víðari til umboðsmannatingið.

– Eg heiti á Umboðasmannatingið um at góðkenna hesa avgerandi lóggávu og senda mær hana aftur uttan seinking. Eg fari at skriva undir alt fyri eitt, sigur Trump.

Og vísir tað seg, at tann sveimandi upphæddin ikki er nóg mikið, so fer Trump uttan at drála at venda aftur til Kongressina fyri at útvega fleiri pengar, sigur hann.

Á tíðindafundi sigur hann Washingthon vera størsta trupulleikan í landsins koronakreppu.

New York er tann amerikanski staturin, sum higartil hevur uppleivið flest smittað og flest deyð av koronavirus í USA.

Í USA eru tilsamans skrásett yvir 64.700 smittað fólk. Av teimum eru yvir 30.800 í statinum New York – og fleiri enn 17.800 teirra eru í stórbýnum New York City.

Tað upplýsti guvernørurin í New York, Andrew Coumo, fyrr í dag.

– At vit búgva so tætt ger okkum sárbar, segði guvernørurin.

/ritzau/Reuters