Trump vil leysgeva Kennedy-skjøl

Í nærum 54 ár hevur ein stór rúgva av skjølum um morðið á tí fyrrverandi amerikanska forsetanum John F. Kennedy verið skrásett sum trúnaðarskjøl. Men nú vil núverandi maðurin í embætinum, Donald Trump, leysgeva skjølini. Tað skrivar forsetin sjálvur á Twitter:


- Eg vil sum forseti loyva at leysgeva tey leingi stongdu JFK-skjølini.


Í 1992 undirskrivaði George H.W. Bush, forseti, eina lóg um, at skjølini skuldu almannakunngerast 25 ár seinni – og tann tíðarfreistin gongur út 26. oktober í ár.


Spurningurin hevur verið, um Trump fór at fylgja 25 ára gomlu lógini ella, um hann í staðin fór at leingja um tíðina, ið skjølini, ella partar av teimum, verða skrásett sum trúnaðarskjøl.


Í boðunum frá Trump verður tó einki nevnt um, hvørt hann fer at leysgeva øll skjølini í málinum.


Mett verður, at tað eru umleið 360 trúnaðarskjøl um morðið, ið varð framt av Lee Harvey Oswald 22. november 1963. Frammanundan eru longu yvir tvær milliónir skjøl leyslatin um málið. Nógv av teimum blivu afturhildin av Warren-nevndini, ið kannaði morðið, og sum í 1964 staðfesti, at Oswald var einsamallur um morðið.


Oswald bleiv tveir dagar eftir morðið skotin á veg frá løgreglustøðini til eitt fongsul av Jack Ruby, ið átti ein náttklubba.


Morðið á Kennedy verður nevnt sum størsta morðgáta í 20. øld, og hevur verið miðpunkt í einum ótal av konspirationsteorium. 


Millum annað hevur verið gitt, at táverandi leiðarin í Kuba, Fidel Castro, skipaði fyri morðinum, tí hann vildi hevna seg inn á USA, ið gjørdi eina miseydnaða innrás í Kuba í 1961.


Ein onnur teori hevur verið, at tað var mafian, ið hevndi vaksandi virkseminum hjá FBI, við at drepa forsetan.


Harumframt er eisini sovjetiska fregnartænastan, KBG, undir illgruna fyri at hava givið Oswald boðini um at drepa Kennedy. 


/ritzau/